Javnbjóðis Føroyar

Tráin Petursson Nónklett, Vegna Unga Tjóðveldið
----

Í Føroyum verður ofta tikið til, at øll hava tað gott og her kunnu øll liva og virka javnbjóðis. Men er tað veruliga so? Enn kunnu samkynd t.d. ikki gifta seg ella ættleiða børn. Ikki fyrr enn øll hava fingið javnbjóðis rættindi, kunnu vit kalla okkum eitt samfelag fyri øll. Rætturin at velja sær lívsmaka, er eitt av okkara grundleggjandi mannarættindum og eigur at vera ein sjálvfylgja. Rætturin at ganga saman í hjúnalag er ein mannarættur, ið er staðfestur í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948.


Kjakið ofta merkt av fordómum
Ofta er kjakið um rættindi hjá samkyndum merkt av fordómum og spjaðir hetta heldur enn at savna. Kjakið snýr seg als ikki um serrættindi til nakran bólk ella einstakling. Tað einasta samkynd, tvíkynd og transpersónar ynskja, er at fáa javnbjóðis møguleikar, eins og aðrir borgarar í landinum. Ofta verður borið fram, at tað er ónormalt hjá tveimum kvinnum ella tveimum monnum at gifta seg. Hetta minnir ikki sørt um mismunin, ið var framdur í USA heilt fram til síðst í 60-ini, har litt og hvít ikki sluppu at gifta seg – tí tað vart hildið at ganga ímóti natúrlógini. Í dag munnu tey allarflestu taka stóra frástøðu frá hesum. Tí hvussu kann tað stilla okkum verri, tá okkara medmenniskju fáa javnrættindi? Eg haldi, at Eva Sarita Berg lýsir hetta so væl í átakinum hjá LGBT um javnrætt:
“At eg elski eina kvinnu, og at vit ynskja at víða okkara lív til hvør aðra, hvørjar ónáðir ger hetta tær? Hvussu verður títt lív verri stillað av mínum? Hvussu kann mín gleði føra til tína sorg?....”


Ofta verður sagt, at LGBT Føroyar ætlar at virka fyri at samkynd kunna giftast í kirkjunum. Mær vitandi hevur LGBT Føroyar ongantíð tosað um rættindi teirra samkyndu at giftast í kirkjuni. Hetta eru fordómar, sum ofta eru at hoyra og byggja á væntandi vitan um evnið.

Tíðirnar broytast
Men tíbetur, tíðirnar broytast - og vit broytast við! Í Føroyum síggja vit, at hugburðurin mótvegis samkyndum er broyttur seinastu árini til tað betra. Farna summar gingu yvir 5000 fólk skrúðgongu, ið LGBT Føroyar skipaði fyri, á Ólavsøku. Hetta var eitt klárt tekin um nýggjar og litfagrari tíðir. Á Ólavsøku í summar, verður sum flestum kunnugt, lagt fram uppskot um at samkynd pør kunnu vígast borgarliga. Vónandi lata samgongulimir ikki Miðflokkin avgera fyri tey. Eg vil heita á politikarnar um at atkvøða við støði í egnari sannføring, og ikki lata seg trýsta.

Virðing fyri ymiskleika
Føroyar skal verða eitt rúmligt samfelag, hvørs eyðkenni er fjølbroytni og virðing fyri ymisleikunum hjá hvørjum einstøkum persóni. Vit skulu skapa trivnað og javnbjóðis rættindi, so at Føroyar verður eitt litríkt stað, har pláss er fyri øllum.


Javnrætt! Einki meir! Einki minni!