Javnarflokkurin fær ávirkanina aftur

Javnaðarflokkurin hevur við nýggju samstarvsavtaluni í býráðnum fingið formanssessin í sosialu nevnd aftur. Vit hava funnið okkum í ikki at hava hesa týdningarmiklu ávirkan í næstan eitt heilt ár, tí Fólkaflokkurin lovaði at fáa hetta í rættlag aftur. Tá hetta helst ikki kom upp á pláss, og vit fingu annað tilboð, var tað heilt greitt, at vit áttu taka av.

Fyri góðum tveimum árum síðani, skrivaði Javnaðarflokkurin undir eitt samgonguskjal, saman við Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum. Tilsamans taldi samgongan 8 limir. Treytin fyri at Javnaðarflokkurin skrivaði undir samgonguskjalið var, at flokkurin fekk nevndarformenninar í Havnanevndini og Sosialu nevnd.

Gott eitt ár seinri var ein innanhýsis ósemja í Fólkaflokkinum atvoldin til, at Javnaðarflokkurin missir formannin í sosialu nevnd, Tjóðveldisflokkurin missir formanni í Mentunarnevndini og Fólkaflokkurin formannin í Heilsu- og umhvørvisnevndini. Sostatt hevur samgongan mist meirilutan í flestu nevndum og harvið innlit og áviskan á nevndararbeiðið.

Vit í Javnaðarflokkinum hava fleiri ferðir gjørt vart við, at vit ikki kunna samstarva undir verandi viðurskiftum. Men vit valdu ikki at fara burturúr samgonguni beinanvegin.

Í brævi 15. september 1998 gjørdi eg samgonguni greitt, at eg kundi bíða árið út fyri at sígggja, um nakað hendi í sambandi við broytingar í kommunulógini, sum løgmaður hevði boðað frá fóru at koma.

Eftir hetta hava vit fleiri ferðir fingið at vita frá samgongulimum úr Fólkaflokkinum og Leivi Hansen, at løgmaður sigur, at hann kemur við einum uppskoti um broytingar í kommunulógini. Ein av broytingunum skuldi vera, at nevndirnar kundu veljast av nýggjum, soleiðis at tann til eina og hvørja tíð sitandi meiriluti, eisini hevur meirilutan í nevndunum.

Fyrst fingu vit at vita, at hetta bleiv lagt fram áðrenn 1. januar, seinri bleiv tað til 5. mars. Vit valdu at bíða, men tá einki var lagt fram 5. mars, gjørdi eg samgonguni greitt, at eg ikki longur metti meg at vera partur av samgonguni, men at eg skuldi boða frá mínari støðu seinri í vikuni. Tá so eitt uppskot kortini kom í tingið um broytingar í kommunulógini, valdi eg at bíða fyri at vita, hvat nú fór at henda. Aftaná fyrstu viðgerð av málinum í tinginum mettu vit, at málið ikki fór at fáa undirtøku á tingi. Tá boðaði eg samgonguni frá, at um vit fingu tilboði formanssessin í sosialunevnd, so tóku vit av, men eg var ikki farin í nakrar samráðingar aðrastaðni.

Síðani bjóðaði Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Ingi Mohr til samráðingar. Úrslitið bleiv, at Javnaðarflokkurin fær formannin í sosialunevnd og at meira skal gerast fyri at røkka barnaansingini og eldraøkinum. Hesum tilboð hava vit tikið av, tí vit meta, at nú verður nógv lættari og greiðari at arbeiða í nevndunum.


Elin Lindenskov