Landsstýrismaðurin í innlendismálum fer nú at seta ein arbeiðsbólk at gera eina prísskipan fyri tunlar og vegir, sum er meiri samhaldsføst skipanin, vit nú hava. Møguliga verður Strandferðslan eisini knýtt upp í. John Johannessen staðfestir, at vit hava ikki longur eina fasta skipan fyri, hvussu okkara samferðslukervið skal fíggjast.
Flestu vegir og tunlar eru undir landinum. Men tveir tunlar eru almenn partafeløg og eru fíggjað við bummgjaldið og ætlaði tunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy, verður privat partafelag og skal eisini fíggjast við bummgjaldið.
Hinvegin rinda allir bileigarar veggjald og avgjald av diesel og bensini.
- Hetta kann skapa ein ójavna millum borgarar og øki í landinum, sigur John Johannessen.
Sostatt fer hann nú at gera uppskot um, hvussu veganetið kann verða fíggjað meiri samhaldsfast, tí annars kann tað verða skjótt at missa tamarhaldið á støðuni.
Í hesum sambandi hevur hann gjørt av at seta eina skjótt arbeiðandi bólk at gera tilmæli um framtíðar fígging av veganetinum á samhaldsføstum grundarlag.
Somuleiðis skal bólkurin taka atlit at umhvørvi, økismenning og harvið samfelagsbúskapi í eini heild.
- Eg meti hetta arbeiði hava skund og at vera í fullum samsvari við ynskið hjá einum stórum politiskum meiriluta á tingi og ætlanin er, at arbeiðið skal verða liðugt í august.
Ein samhaldsføst skipan kann vera ein skipan, har hvør rindar eftir, hvussu nógv ein koyrir, men landsstýrismaðurin ger greitt, at hann hevur ikki lagt seg á nakran ávísan leist og hann vil nú lata arbeiðsbólkin gera seg lidnan.
Annars viðgerð Løgtingið í løtuni eitt uppskof frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu um sama mál
John Johannessen umsitur ikki Strandferðsluna, men hann sigur, at tað besta hevði verið at tikið alla samferðsluna upp í. Tað er Johan Dahl, sum umsitur Strandferðsluna og John Johannessen fer nú at tosa við hann um tað ikki er rætt at knýta Strandferðsluna upp í eina ætlan at gera eina samhaldsfasta samferðsluskipan.