Javnakalendarar eru framvegis eftir

Nógv vóru hørm um, at tey ikki vóru heima, tá árligi Javna kalendarin var seldur hurð til hurð undan jólum. Tey flestu halda óivað, at kalendarin nú er útseldur, tí einki hevur verið at hoyrt, síðani selt varð. Og tað er eisini harmiligt hjá Javna, sum fær ein stóran part av fíggingini til virksemi sítt frá søluni av kalendaranum.

Men Lis Eklund í Niðristovu, forkvinna í Javna, sigur, at tað framvegis eru kalendarar eftir. Til ber at keypa kalendaran við at venda sær til skrivstovuna hjá Javna.