Størst undirtøka fyri at gera av, hvør skal stýra Danmark, er í Javnaðarflokkin. Minst er undirtøkan hjá Tjóðveldi.
Um meirilutin av veljarunum hjá føroysku flokkunum, sum kunnu veljast á fólkating, slupp at gera av, um flokkur teirra skuldi vera við til at gera av, um blái vongur ella reyði vongur skuldi stýra í Danmark, so er tað bara Javnaðarflokkurin, sum soleiðis má blanda seg í danskan politikk.
Tað vísir veljarakanning, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í apríl. Í kanningini eru veljarar spurdir soleiðis:
– Eiga valdu fólkatingsumboðini at vera við at gera av, hvør stjórn verður í Danmark?
Og tað er bara millum javnaðarverljarar, at størsti parturin av veljarunum heldur, at fólkatingsumboðið eigur at vera við til at gera av, hvør stjórn skal verða í Danmark.
Sambært kanningini, so halda 46,7 prosent av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum, at flokkurin skal taka støðu til, hvør skal mynda stjórn í Danmark. Men meirilutin er ikki so stórur, tí 42,6 proesent av javnaðarveljarunum halda, at flokkurin ikki skal blanda seg í hesi viðurskifti.
Hjá Sambandsflokkinum halda 41,2 prosent av veljarunum, at flokkurin skal blanda seg í, hvør stjórn skal stýra í Danmark, men 45,8 prosent av sambandsveljarum halda, at flokkurin ikki skal blanda seg í hesi viðurskifti.
Hjá Fólkaflokkinum halda 40,5 prosent, at flokkurin skal taka støðu til, hvør stjórn skal stýra Danmark, meðan 44,3 prosent halda ikki.
Hjá tjóðveldisveljarum er støðan greiðari. Har halda 22,3 proesent, at flokkurin skal vera við til at gera av, hvør stjórnin skal vera, meðan 71,5 halda, at flokkurin ikki skal blanda seg í hesi viðurskifti.
Av veljarunum hjá øllum flokkum tilsamans siga 37,1 prosent, at føroysk fólkatingsumboð skulu taka støðu til myndan av danska stjórn, meðan 43,1 prosent siga nei. 12,8 prosent siga seg ikki vita ella vilja ikki svara.