Javnaðarfólk vilja hava riddarakross

Í umleið 100 ár hevur tað verið eitt prinsipp hjá í danska Javnaðarflokkinum, at tey ikki taka ímóti heiðursmerkjum frá til dømis kongshúsinum

 

Men hetta tykist nú at fara í søguna – og ein uppgerð er á veg við hetta prinsippið. Flokkurin hevur á fundi í tingbólkinum í Fólkatinginum umrøtt drúgvu siðvenjuna, nú drotningin leggur frá sær sunnudagin.

– Tað er breið semja um, at tað er eitt gott hugskot, um tað verður upp til tann einstaka at gera av, um hann vil taka ímóti heiðursmerkjum, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil, sum ráðfrúa í almanna- og bústaðarmálum sambært tíðindastovuni Ritzau.