Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur

Sambandsflokkurin er beint í hølunum á teimum - men so er langt aftur til hinar flokkarnar

Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur á Fólkatingi. Tað vísir ein forsøgn, sum Flóvin Eidesgaard og Regin Reinert hava gjørt í kvøld. Teir gera forsagnir um valið so hvørt valúrslitini koma inn.

 

Tá ið 33 valstøð vórðu tald upp, hava teir gjørt eina forsøgn og eftir henni verður Javnaðarflokkurin størsti flokkur og beint aftan fyri fyri kemur Sambandsflokkurin – og tað vera sostatt hesir báðir flokkarnir, sum fáa hvør sín fólkatingssess.

 

Og teir verða Sjúrður Skaale, sum verður afturvaldur og Anna Falkenberg, sum stillar upp fyri fyrstu ferð, sum verður vald. Hóast óvissa er, meta teir, at tað er greitt, hvør tað er, sum vinnur valið.

 

Sí úrslitið niðan fyri

 

##med2##