Javnaðarflokkurin hevði framfongd, meðan Vinstri og Danski Fólkaflokkurin høvdu afturgongd. Eisini Eindarlistin og Liberal Alliansa mistu atkvøður.
Eftir at atkvøðurnar vórðu taldar á øllum teimum 1387 valstøðunum í teimum 98 kommunum í Danmark var úrslitið – á landsplani – hetta:
* Javnaðarflokkurin: 32,4 posent av atkvøðunum móti 29,5 prosentum í 2013. Tað gevur Javnaðarflokkinum tilsamans 842 umboð ímóti 773 umboðum í 2013.
* Vinstri: 23,1 posent av atkvøðunum móti 26,6 prosentum í 2013. Tað gevur Vinstra tilsamanst 688 umboð ímóti 767 umboðum í 2013
* Konservativu: 8,8 posent av atkvøðunum móti 8,5 prosentum í 2013. Tað gevur Konservativu tilsamans 225 umboð ímóti 205 umboðum í 2013
* Danski Fólkaflokkurin: 8,8 posent av atkvøðunum móti 10,1 prosentum í 2013. Tað gevur DF tilsamans 223 umboð ímóti 255 umboðum í 2013
* Eindarlistin: 6,0 posent av atkvøðunum móti 6,9 prosentum í 2013. Tað gevur EL tilsamans 102 umboð ímóti 119 umboðum í 2013
* SF: 5,7 posent av atkvøðunum móti 5,6 prosentum í 2013. Tað gevur SF tilsamans 126 umboð ímóti 116 umboðum í 2013
* Tey Radikalu: 4,6 posent av atkvøðunum móti 4,8 prosentum í 2013. Tað gevur Radikalu tilsamans 80 umboð ímóti 62 umboðum í 2013
* Alternativið: 2,9 prosent av atkvøðunum. Tað gevur Alternativinum tilsamans 20 umboð á fyrsta kommunuvali floksins.
* Liberal Alliasa: 2,6 posent av atkvøðunum móti 2,9 prosentum í 2013. Tað gevur Liberalari Alliansu 29 umboð ímóti 33 umboðum í 2013
* Nýggju Borgarligu: 0,9 prosent av atkvøðunum. Tað gevur Nýggju Borgarligu 1 eitt umboð á fyrsta kommunalvalinum.
* Kristendemokratarnir: 0,5 posent av atkvøðunum móti 0 prosentum í 2013. Det giver KD tilsamans 9 umboð ímóti 0 umboðum í 2013
Kelda: Indenrigsministeriet
/ritzau/