Fesk veljarakanning í Sosialinum vísir, at hóast Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkur, so varðveitir samgongan meirilutan.
Sambandsflokkurin er stóri taparin í veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin, og sum kann lesast í Sosialinum, sum verður at fáa í leysasølu í kvøld, og sum verður borin haldarum í morgin.
Javnaðarflokkurin vinnur mest og gongur 4,8 prosentstig fram til 27 prosent, sum gevur flokkinum 9 tingsessir, tveir fleiri, enn flokkurin fekk á seinasta løgtingsvali.
Sambandsflokkurin missir 2,3 prosentsstig og endar á 18 prosentum, sum gevur flokkinum 6 tingfólk. Úrslitið er søguliga vánaligt fyri Sambandsflokkin, tí so lítil hevur undirtøkan ongantíð verið fyri Sambandsflokkinum øll tey 115 árini, flokkurin hevur havt sæti á tingi.
Fólkaflokkurin er einasti av samgonguflokkunum, sum gongur fram. Framgongdin hjá honum er 1,3 prosent, og tað gevur honum ein tingsess afturat soleiðis, at Fólkaflokkurin fær 9 tingsessir. Sambært veljarakanningini fær Fólkaflokkurin helvtina fleiri tingfólk enn løgmansflokkurin Sambandsflokkurin.
Tjóðveldi og Miðflokkurin standa í stað og varðveita síni ávikavst 6 og 2 umboð. Sjálvstýrisflokkurin hevði ikki verið umboðaður á tingi sambært veljarakanningini og hevði verið langt undir sperrumarkinum.
Framsókn gongur eisini aftur og missir annan tingsess. Flokkurin missir eitt prosent, og tað kostar ein tingsess.
Meira kann lesast um veljarakanningina í Vikuskiftis-Sosialinum.