Javnaðarflokkurin hevur kallað tíðindafólk til fundar í morgin klokkan 9, har flokkurin fer at leggja fram valskránna til fólkatingsvalið og boðað frá, hvørji stilla upp fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið.
Javnaðarflokkurin hevur annað fólkatingsumboðið. Sjúrður Skaale varð valdur á valinum í 2011. Hóast Javnaðarflokkurin ofta hevur verið umboðaður í Fólkatinginum, so hevði hann, tá hann vann valið seinast, ikki havt sæti í Fólkatinginum síðini 2001.
Seinasta fólkatingsval vann Sambandsflokkurin so ruddiliga. Flokkurin fekk 6.361 atkvøður, sum var 30,8 prosent. Javnaðarflokkurin fekk 4.328 atkvøður, ella 21 prosent. Men bara 330 atkvøður aftanfyri var Tjóðveldi við 19,4 prosentum og Fólkaflokkurin 64 atkvøður aftan fyri Tjóðveldi við 19,0 prosentum.









