Formaður í svenska Javnaðarflokkinum, Stefan Löfven, verður tann næsti, sum skal royna at skipa stjórn í Svøríki.
Eftir at formaðuin hjá Moderatarnar, Ulf Kristersson, tveitti handklæðið í ringin, hevur formaðurin í Ríkisdegnum, talmaðurin, í dag givið Stefan Löfven uppgávuna.
Tað skrivar blaðið Expressen.
Formaðurin hjá Moderatarna, Ulf Kristersson, boðaði í gjár talmanninum, Andreas Norlén, frá, at hann ikki megnaði at skipa stórn, sum ikki fór at fáa meiriluta ímóti sær.
Eins og Kristersson fær Löfven tvær viku at skipa eina stjórn, sum hann heldur fer at klára eina atkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum. Eftir at hava kannað landið í eina viku skal Stefan Löfven upplýsa Norlén, hvussu samráðingarnar ganga.
– Eg havi í dag gjørt at geva Stefan Löfven uppgávuna at kanna møguleikarnar fyri at skipa stjórn, sum klárar eina atkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum, sigurAndreas Norlén.
/ritzau/