Javnaðarflokkurin fær ein ordans frammaná

Veljarakanning gevur Javnaðarflokkinum ein ordans avsmurning – flokkurin hevur mist 2.395 veljarar síðani valið fyri tveimum árum síðani

Úr kanning hjá spyr.fo, sum er kunngjørd í á portal.fo í dag

So kunnu vit gita, um tað eru brotin vallyfti, sum ger, at fólk sum valdu Javnaðarflokkin á seinasta løgtingsvali er so misnøgd, at sjey prosent teirra, sum svarar til 2.395 

veljarar, nú venda flokkinum bakið og velja annan flokk. Tað svarar til 3,3 mistar atkvøður um dagin síðani valið.

Tað er so tað, sum veljarakanning hjá spyrj.fo, sum er kunngjørd á portal.fo í morgun, vísir.

Stóri vinnarin er Fólkaflokkurin, sum gongur 9,6 prosentstig fram, sum svarar til 3.284 nýggjar veljarar. Í tølum merkir tað, at meðan Javnaðarflokkurin var 2.612 atkvøður framman fyri Fólkaflokkin á valinum fyri tveimum árum síðani, so hevði Fólkaflokkurin verið 2.968 atkøvður framman fyri Javnaðarflokkin, um val var í dag. Tað er ein øgilig flyting, sum eigur at fáa topparnar í Javnaðarflokkinum at umhugsa støðuna sera gjølla. Tá veljarar streyma frá Javnaðarflokkinum á hendan hátt, so er okkurt spinnandi galið. Tað er ikki samsvar í millum tað, sum flokkurin ger, og tað sum veljar helt, at hann fór at gera.

Staðfestast má, at tað hevur gingið illa hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi at halda upp á veljararnar. Teir vunnu løgtingsvalið í 2015, men taptu stórt í 2019. Javnaðarflokkurin vann valið í 2022 og kundi skipa aftur landsstýri millum Javaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Men stendur nú aftur til tapa stórt.

Tað merkir, at eftir næsta val verður valdið aftur flutt frá vinstru til høgru – tí enn tykist blokkpolitikkurin at hava valdið á politikarunum, og soleiðis hevur verið síðani løgtingsvalið í 2011, tá Kaj Leo Holm Johannesen skipaði borgarligu samgonguna millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkinum. Hendir tað sama næstu ferð, verður tað fimtu ferð á rað, at andstøða og samgonga skfita um valdið.

Tað er ikki gott, tí á tann hátt fáa vit ikki støðug viðurskifti.

Tíðir broytast, og Javnaðarflokkurin eigur nú at umhugsa støðuna við at útihýsa Fólkaflokkin av nýggjum. Flokkurin hevur arbeitt væl bæði saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum. Flokkurin stendur nú fyri aðru ferð at tapa stórt saman við Tjóðveldi og Framsókn. Vil flokkurin framhaldandi hava ávirkan, so má hann umhugsa av nýggjum, hvørjum hann vil samstarva við í samgongu. Tí sum støðan er nú stendur flokkurin fyri einum skrædli av teimum heilt stóru.

##med2##

 

##med3##

 

Úr kanning hjá spyr.fo, sum er kunngjørd í á portal.fo í dag

Úr kanning hjá spyr.fo, sum er kunngjørd í á portal.fo í dag