Íslendingar flenna javnan eftir, hvussu onnur úttala – ella royna at úttala – navnið á tiltikna jøklinum Eyjafjallajökull.
Á fólkatingi er støðan ikki ólík Eyjafjallajökull, tá tað kemur til at úttala navnið á flokkinum hjá Sjúrði Skaale, Javnaðarflokkurin.
Í øllum førum hevði næstformaðurin á fólkatingi, Anne Baastrup, ógvuliga trupult við at siga ”Javnaðarflokkurin”, tá hon skuldi geva orðið til Sjúrð Skaale.
- Tað eru eftir hondini rættiliga nógvar útgávur navninum, segði Sjúrður Skaale flennandi, tá hann slapp framat mikrofonini.
Á ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra, hvussu Anne Baastrup segði – ella royndi at siga - ”Javnaðarflokkurin”.