Ein veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya vísir, at Javnaðarflokkurin hevði havt størstu aftugongdina, hevði val verið í dag. Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin hevði fingið 16,5 av atkvøðunum, og tað er ein afturgongd upp á 2,8% í mun til valið í 2008. Flokkurin hevði kortini varðveitt sama tingmannatal.
Sambandsflokkurin hevði havt størstu framgongdina og hevði fingið 23,6% av atkvøðunum, sum er 2,6% meiri enn við seinasta val. Hetta hvði givið flokkinum ein tinglim aftrat.
Hann høvdu teir fingið frá Fólkaflokkinum, sum sambært veljarakanningini hjá Fynd hevði farið 1,3% aftur, niður í 18,8%.
Tjóðveldi hevði varðveitt støðu sína sum størsti flokkur við 24% av atkvøðunum, og Tjóðveldi hevði varðveitt sínar 8 tinglimir.
Smáu flokkarnir høvdu varðveitt sínar tinglimir, men meðan Miðflokkurin hevði gingið nakað fram ? 1,3% upp í 9,7% - hevði Sjálvstýrisflokkurin staðið í stað og fingið 6,9% av atkvøðunum.
Tað er sum nevnt Kringvarp Føroya, sum hevur biðið Fynd um veljarakanningina.










