Fyri ella í móti Helenu.
Mánakvøldið verður spurningurin aftur aktuellur. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur fyrsta uppstillingarfund til løgtingsvalið. Verður Helena við ella ikki?
- Nevndin hevur heitt á Helenu Dam á Neystabø um at stilla upp fyri flokkin, men hon umhugsar støðuna til mánakvøldið, sigur Bjarki Mohr, formaður í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
Upp til seinasta løgtingsval royndi Helena Dam á Neystabø í seinastu løtu at sleppa upp á listan. Hon bjóðaði seg fram á triðja uppstillingarfundi. Felagið í Havn býtti seg í tveir partar, sum hvør í sínum lagi bólðu fólk møta á fund og atkvøða antin fyri ella í móti. Sjálvur formaðurin, Jóannes Eidesgaard, møtti á uppstillingarfundi í Havn fyri at tala hennara søk. Men har vóru ov nógv sár, sum ikki vóru grødd. Helena Dam á Neystabø slapp ikki við.
Baklandið í lagi
Helena Dam á Neystabø váttar, at hon hevur fingið áheitan frá nevndini um at stilla upp.
- Eg vurderi mína støðu - bæði í mun til ta útbúgvin, sum eg eri í holt við og hvat flokkurin kann garantera, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon er sera varin at siga nakað um hennara persónur aftur hesuferð kann býta flokkiin í tvey.
- Eg gangi út frá at tá nevndin heitur á meg, so hevur hon baklandið í flokkinum í lagi, sigur hon.
Tað kann gerast eitt stutt og strævið valstríð hjá Helenu Dam á Neystabø. Henni manglar eitt hálvt ár av eini leiðsluútbúgving og fleiri munnligar próvtøkur liggja í januar uttanfyri Føroyar.
Styrkt flokkin
Nú er tíðin liðin og Helena Dam á Neystabø hevur verið limur í Javnaðarflokkinum í næstan tvey ár.
- Eg haldi tað vera eitt gott hugskot, at Helena Dam á Neystabø stillar upp, hon hevði styrkt flokkin í Suðurstreymi, tí hevur nevndin beinleiðis heitt á hana um at stilla upp, sigur Bjarki Mohr.
Hann væntar ikki, at fólk hesaferð fara at taka seg saman - antin til at atkvøða fyri ella ímóti Helenu.
- Eg haldi, at nú er friður um hasi viðurskiftini, tí so rúm tíð er gingin.
Helenda Dam á Neystabø var limur í Javnaðarflokkinum til 1990, men meldaði seg út stutt fyri løgtingsvalið og endaði á listanum hjá Sjálvstýrisflokkin, har hon var vald, og hon hevur eisini umboðað Sjálvstýrisflokkin í landsstýrinum.
Liðugt til jóla
Nevndin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ger uppskot við fyrstu 11 nøvnunum, sum verða løgd fram á fyrsta fundi. Og har skulu nógv nýggj nøvn á. Fleiri av teimum trúgvu javnaðarfólkunum, sum í áravís hava bjóðað seg fram, hava boðað frá, at tey ikki vilja meiri.
- Har verður nógv nýtt blóð, og tað kann eisini vera gott, sigur Bjarki Mohr. Hann nevnir kend valevni sum Kára Petersen, búskaparfrøðing, Hendrik Thomsen, fyrrverandi formann í Postfelagnum, Jan Midjord, fyrrverandi formann í Havnar Arbeiðsmannafelag, Eyálv Dimonk, fyrrverfandi floksskrivara og Thomas Arabo, fyrrverandi landsstýrismann, sum allir hava boðað frá, at teir ikki stilla uppaftur. Bartal Poulsen, sum var umborð fyri Sosialistiskt Ungmannafelag, stillar heldur ikki upp, tí hann er staddur í USA.
Felagið ætlar at gera listan lidnan í næstu viku.