Í gjár komu og í dag koma umboð fyri SAMAK til Føroyar. SAMAK er samstarvsnevndin hjá norðurlendsku arbeiðararørsluni. Ætlanin hjá SAMAK við ferðini er at hitta limir í Føroya Javnaðarflokki. Við á ferðini eru Peter Palshøj, aðalskrivari í SAMAK, og Jens Christiansen, skrivari í danska javnaðarflokkinum. Umframt fundir við løgmann og umboð fyri javnaðarflokkin verður eisini skipað fyri úferðum.