Eyðstein Dalsgaard, skipari, Skálavík
Tummas Frank Joensen, sjómaður, Skúvoy
Gerhard Lognberg, rørsmiður, Skopun
Birgir Mohr, sýslufulltrúi, Sandi
Javnaðarflokkurin á Sandi hevur í løtuni ikki umboðan á tingi. Men við undantaki av hesum valskeiðnum ? og valsekiðinum 1978-1980, hevur flokkurin havt umboð á tingi síðani 1936, tá Jóan Petur Davidsen varð valdur á ting. Hann sat á tingi fram til sjeytiárini, tá Tórálvur Mohr Olsen varð valdur. Síðani 1988 hevur Jógvan Adolf Johannsen umboðað flokkin, men hann stillar ikki upp hesaferð.
Nýggja valevni úr Skopun hesaferð er Gerhard Lognberg, sum eisini er bygdarráðsformaður í Skopun.










