Sum skilst er flokkurin ikki komin á mál enn við uppstillingini, og væntandi verður vikuskiftið eisini nýtt til at umrøða, hvørji valevni endaliga verða á javnaðarlistanum.
Eitt av høvuðsmálunum, sum Javnaðarflokkurin skal taka støðu til er, hvørt nýggi limurin í flokkinum og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, skal á lista, men fríggjamorgunin var framvegis eingin avgerð tikin í tí málinum.
.páll