Ein óheilag samansjóðing verður í bløðunum framførd at vera javnaðarleiðslan. Tað er ikki formliga leiðslan, vald í formligu valdssessirnir, so nógv, meiri at líkna við eina strategiska leiðslu. Ein, sum er snild til at geva flokkinum eitt gott val, góða støðu í samráðingunum aftaná eitt val. Ikki so at henda leiðsla eygsjónliga er ein slík, samansett av ósameiniligum bólkum í flokkinum, sum hon er, umboðandi flokstólið (formaðurin), nýggj stjórnuskot (annar næstformaðurin) í flokkin-um, sum ongin hevur hoyrt um fyrr, og so fólk, sum týðiliga hava heilt aðra útviklings bakgrund, ikki ókend í politiska spektrunum, men á heilt øðrum stað, á ytsta vinstravongi í 1970/80 árunum.
Inn gjøgnum bakdyrnar mugu hesi vera komin, uttan sjónligt politiskt skifti i hugmyndafrøðiligum tilknýti.
Tveir limir har B.Dam oh H.P. Strøm eru fyrrverandi formenn og blaðformenn í moskva sinnaða felagsskapinum FS (Føroyskir Sosialistar). B.D. limur í DKU (ungkommunistunum hjá DKP). Teir gjørdu seg í áravís til talsmenn fyri altjóða sjónarmiðunum hjá Sovjetsamveldinum í friðar og avdubbingar spurninginum.
Í felagsblaðnum Framanum gjørdu teir seg í hesum sambandi til talsmenn fyri »proletarisku internasjunalismuni«, sum av øllum varð tulkað sum undirlegging undir Sovjetsamveldið, skipanarliga og politiskt, bæði í heimligum og altjóða høpi.
Henda kjarna, nú í javnaðarleiðsluni, hevur ongantíð greitt frá, ella sagt frá, hesi fortíð síni, hóast tað meir enn einaferð er komið inn á í bløðunum, onki svar.
Hetta tilknýti er ikki bara nevnt sum ein tingað áhugaverdan upplýsning í dag, nógv ár aftaná.
Meiri náhvamt varð farið fram.
Nakrar fyri mær enn ikki heilt uppkláraðar hendingar í lestrartíð míni fyrst í 1980 árunum, har eg fekk lestur mín avbrotnan av órógv og støðugum løgnum útsløgum, fyribrigdum, illtonki eg fólk í FS, at standa aftanfyri. Beinleiðis orsøkin er flutningsverkfallið tá (1981), har hesir stóðu á síðuni hjá Óla Jacobsen, eg súmpatiseraði við hinari síðuni. Mest hugsandi var tað beinleiðis orsøkin. Beinleiðis var uppgerð í FS orsøkin, har eg í einum bólki varð strikaður sum limur, fyri ikki at fylgja moskvasinnaðu linju teirra í friðarpolitikkinum.
Atsóknin móti mær á lestrarstaði mínum (Regensen) var ikki tilvildarligt tvætl, innibar roynd saman við dønum har, sjálvum bústjóranum (próstinum) ma., at fáa meg beindan av vegnum við brúki av sjúkrahúsum, har løgreglan varð tilkallað.
Hetta eydnaðist ikki, harav kreppan í hesum máli.
Ein annar felagskapur, skipaður tá (1977) sum beinleiðis fylgja av ósemjuni, har eg luttók, Komm.Ú., (breiðari vinstravongs felagsskapur) hava hesi undirstungið (korumperað) á sína síðu við lokkilsi í leiðsluarbeiðum og annað arbeiði í javnaðarflokkinum. Hesi hava ikki upprunaliga luttikið í atsóknum móti mær, men muga sigast tað nú, aftaná aftur, tá tey á henda hátt bara lima seg inn í javnað-arflokkin. Fólk harfrá trýna eisini seinni fram í Javnaðarflokkinum, eru við í nevndu politisku leiðslu.
Við grundarlagi í hesum framførda vil eg mæla frá, at velja hesi til løgtingsvalið nú, eisini mæla frá, at tey sita í leiðslu javnaðarfloksins.
Um hesi fyri fyrstu ferð í 20 ár vilja tosa við meg um nevndu hendingar, ymiskt har umkring, á ein hampuligan máta, kann eg kanska koma til at síggja eitt sindur annaðleiðis uppá tað, ikki sum er.