Sylverius Jacobsen
Javnaðarflokkurin
?????
Góðu veljarar og góðu føroyingar!
Javnaðarhugsjónin hevur haft altavgerðandi týdning fyri samfelagsmenningina í heiminum og einahelst í Europa. Javnaðarhugsjónin hevur sín uppruna í byrjanini av ídnaðarsamfelagnum, har henda politiska rørsla saman við fakfeløg-unum stríddist fyri rættindum hjá vanliga fólkinum - ikki bara um løn, men eisini um rættindi til útbúgving, góð heilsuviður-skifti og trygd í aldurdóminum og so framvegis.
Hugsjónin byggir á, at tað einstaka menniskja skal hava møguleikar fyri frælsi og fyri at mennast mentanarliga og socialt undir tryggum viðurskiftum. Hugsjónin byggir á eitt frælst vinnulív, men har tað almenna setir treytir, so-leiðis at tað verður pláss fyri øllum at mennast og at teir samfelagsskaptu ágóðarnir verða býttir so javnt sum møguligt til frama fyri heildina.
Alt seinasta árhundrað var javnaðarhugsjónin tann mest máttmikla politiska hugsjónin í Norðureuropa og tað er henni at takka fyri, at hesin partur av heiminum verður mettur at vera tað besta og tryggasta stað at liva í.
Tann socialdemokratiska hugsjónin var eitt bólverk móti kommunismuni, og har javnaðarhugsjónin vann sær festi í samfelagnum, formáddi kommunisman sær einki.
Vit síggja at fleiri og fleiri av teimum eystureuropæsku londunum, sum í eitt hálvt árhundrað vóru kúga av kommunismuni, fóru heilt til høgru hug-sjónarliga, men nú venda aftur til tær socialdemokratisku hugssjónirnar. Hetta er ein ásannan av, at javnaðarhugsjónin gevur tað besta og rættvísasta býti av samfelagsligságóðunum og gevur flestu og bestu framtíðarmøguleikarnar til tað vanliga fólki.
Nú vit eru farin inn í 21. øld stendur javnaðarhugsjónin líka sterk og verður nýtt sum fyrimind úti í heimi, har man roynir at byggja góð og trygg samfeløg við góðum og tryggum menningarmøguleikum.
Føroyski javnaðarflokkurin hevur altíð haft gott samstarv við teir norðurlendsku javnaðarflokkarnar og serliga tann danska javnaðarflokkin av góðum grundum. Vit eru jú í ríkisfelagsskapi. Hetta samstarv kemur at halda fram og helst at mennast nú heimurin verða alt meira altjóðagjørdur. Tað er umráðandi, at politisku hugsjónirnar verða samansjóðaðar, soleiðis at lógir og reglugerðir, sum fyrr bert vóru galdandi í einum landi, nú alt meira verða settar í millumtjóða og altjóðasáttmálar.
X við lista C.










