Javnaðarhugsjónin – ein spennandi avbjóðing

Tíðargrein:

Liberalisma, sosialliberalisma og nationalisma eru gamlar og einfaldar hugsjónir. Sosialisman er eisini gomul, men har er ein avgerðandi munur, sosialisma ella javnaðarhugsjónin hevur sum skjaldramerki at vilja broytingar. Tí má javnaðarhusjónin endurnýggjast ella dagførast so hvørt sum tey mál, ið hon hevur sett sær, eru nádd og so hvørt sum samfelagið broytist.

 

Hópin av úrslitum

Javnaðarhugsjónin hevur seinastu 100 árini nátt hópin av úrslitum, ágóðar sum í dag eru sjálvsagdir. Vit kunnu nevna: 8 tímars arbeiðsdag, trygd á arbeiðsplássinum, løn og frítíð ásett í sáttmála, atgongd til útbúgving fyri øll, heilsuverk og sosialar skipannir fyri øll. Hesar skipannir, sum vit undir einum nevna vælferðarsamfelagið, er nakað, ið allir flokkar í dag meir ella minni siga seg taka undir við.

Avbjóðingin er tí, hvussu orða vit hugsjónina í dag, so at hon byggandi á tey upprunaligu grundsjónarmiðini, framvegis er ein hugsjón, ið vil broytingar. Javnaðarhugsjónin hevur í dag sum mál at tryggja, at vit klára at fíggja og útbyggja vælferðarsamfelagið til komandi ættarlið. Eitt nýmótans samfelag fyri øll, har vit eru ein partur av altjóðagjørda heiminum.

 

Tríggjar súlur

Javnaðarhugsjónin byggir á tríggjar súlur: frælsi, javni og brøðralag ella, kundu vit sagt á nútíðarmáli, frælsi, javnstøða og samhaldsfesti.

 

Lívsfrælsi

Allar hugsjónir hava hugtakið frælsi sum mál, men sera ymiskt er, hvat lagt verður í hugtakið. Fyri loysingarflokkarnar er tjóðskaparligt frælsi, tað ið er avgerandi. Fyri borgarligu flokkarnar er persónliga frælsi drívmegin.

Fyri Javnaðarflokkin er frælsi ein spurningur um lívsfrælsi. Rættin at skapa sær og sínum eitt gott lív. Lívsfrælsi er bert veruligt, um tað er fyri øll, og tí mugu øll hava somu møguleikar. Tí vilja vit framhaldandi berjast fyri, at øll menniskju hava somu møguleikar, tí tað er ójavni, órættvísi og negativur sosialur arvur, ið ger menniskja ófrælst.

Øll menniskju eiga rættin til at skapa sær eitt gott lív innan karmarnar av felagsskapinum. Tað góða lívið er bert møguligt í einum samfelag, har felagsskapurin tekur hond um okkum, um vit gerast sjúk, óhjálpin ella á annan hátt ikki klára okkum sjálvi. Fortreytin fyri frælsi til øll er eitt samfelag har vit hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Persónliga frælsi í liberalismuni byggir á egoismuna sum drívmegin hjá tí einstaka menniskjanum. Henda drívmegi kann ongantíð tryggja frælsi fyri øll.

 

Javnstøða

Øll menniskju hava sama virði, og tí eigur ikki at verða gjørdur mismunur vegna kyn, trúgv ella sosialt bakstøði. Sama er við økjum, øll økir í landinum eiga at fáa javnbjóðis møguleikar fyri menning. Hetta ger seg eisini galdandi millum tjóðir, ríku londinu eiga ikki bert at venda blinda eyga til neyðina í heiminum, men eiga tvørturimóti at taka ábyrgd og vísa altjóða samhaldsfesti.

Okkara felags umhvørvi og tilfongi er ognin hjá okkum øllum, og tí hava vit øll ábyrgd av at handfara tað við skynsemi.

 

Samhaldsfesti

Vit hava uppbygt eitt vælferðarsamfelag, har øll hava rætt til útbúgving og sosialan tryggleika. Hetta samfelag hevði ikki verið veruleiki, um privati ognarrætturin og kapitalisman sloppu at virka ótálmað. Tí kapitalisman hevur ein innbygdan grammleika í sær. Búskaparliga krevur hon óendaligan vøkstur, uttan fyrilit fyri menniskjum ella umhvørvinum. Tí er neyðugt at tálma kapitalismuni við almennum krøvum og ásetingum.

Tí er eisini neyðugt at tað almenna er garantur fyri útbúgvingarskipanini, eldrarøkt, heilsuverki og øðrum tænastum, ið hava við menniskju at gera.

Um kapitalisman og liberalisman sleppa at virka ótarnað, so verður ikki tikið fyrilit hvørki fyri umhvørvi, tilfongi ella menniskjum. Samhaldsfesti, eisini tvørtur um landamørk, er ein altavgerandi fortreyt fyri framtíðarmenningini av samfelagnum til frama fyri øll.