Javnaðarhugsjón í skjøldrinum, men kryptofacistar og nýliberalistar sum dagligir vegvísarar

Skal vanligi føroyingur, lønmóttakarin: barnið, tey gomlu, einkir og faðirleys og annars øll, ið liva á lívsins skuggasíðu, gera sær nakra vón um rættvísi, stuðul, arbeiði og fíggjarligan útjavnan, so er alneyðugt m.a. at endurstovna ein sterkan sosialistiskan javnaðarflokk, hvar hugsjónirnar um frælsi, javna og brøðralag ikki bert verður nýtt sum pynt og valflesk, men er stavnhaldið í dagliga politiska stríðnum á øllum økjum: heima, á arbeiðsplássum, í skúlum og á stovnum, til gaman og til álvara, gerandis- sum heiligdagar, og at hin einstaki offrar seg í stríðnum fyri nevndu hugsjón, heldur enn sum nú, har hugsjónin er vorðin fótatraðk og brúkaraross fyri egnum ambitiónum.
Skrædlið í 92 átti at fingið allar javnaðarperur at blunkað við ávaringar- og katastrofuljósum, tí avskeplaði politikkurin kostaði - sum kunnugt - mongum manni, mangari kvinnu og mongum barni alt, ja, sjálvt hús og heim var ikki nokk - arbeiðsloysi og tvungin útlegd við hundraðtalstúsund krónum í skuld í viðførinum varð eisini lagt omaná byrðuna.
Og nú blunka ljósini aftur. Javnaðarflokkurin treður taktfastan dans væl skipaðan av kryptofacistum og neoliberalistiskum pengagyklarum, sum ár undan ári økja um fíggjarliga ójavnan á slíkan hátt, at trúgv eldri javnaðarfólk eru um at fáa kvababbilsi og ætla sær ikki á val aftur, meðan tey farnu - mugu vit ganga út frá - rotera í teimum ævigu bústøðum. Alt fleiri ásanna, at vit sigla fíggjarligan vandasjógv, og at ein kósbroyting skal til. Javnaðarflokkurin skuldi út frá grundhugsjónini stýrt til vinstru, men kryptofacistarnir og neoliberalistarnir vilja sjálvandi seta kósina til høgru. Og javnaðarflokkurin hevur - sum er - sjálvandi onki ímóti at eftirlíka og snara til høgru, men taktiska snildi sigur teimum, at høgrasnaringin ikki vil falla í góða jørð, og tí skal taktiska spælið dragast longur og longur út og at enda síggja út sum eitt hart stríð, ið fer fram eisini um náttina í síðstu løtu - við møguligum hóttanum í fjølmiðlunum um slit, soleiðis at fólkið kann eta høgrakamelarnir, tí - sum sagt - har var onki at gera. Hetta var besta úrslitið undir teim givnu umstøðunum, Amen, Og so verður næsti sjónleikur settur upp.
Grieg segði á sinni, at um onkur hevði ov lítið, so var tað ikki tí, at ov lítið var til, men av tí at skeivt var býtt. Og vit vita, at soleiðis er eisini nú og hjá okkum. Tí mugu vit vóna, at roðslan fer av eygunum og propparnir úr oyrunum, so alt fleiri síggja og hoyra og harvið eisini skilja og taka frástøðu frá tí politiska sjónleikinum, sum gevur seg út fyri at vera, men í veruleikanum er.
Í míni sál er eingin ivi um, at ein komandi hugsjónarligur sosialistiskur javnaðarflokkur kann gerast krumtappurin í eini mið- vinstrahallari samgongu, sum bæði kann loysa teir fíggjarligu trupulleikarnir (breiðastu herðarnir - tyngstu byrðarnar) og tær ríkisrættarligu.
Nú er síðsta útkall, so vit kunnu fáa fingrarnar upp úr lummunum, sláa nevan í borðið og samfelt fremja tær neyðugu politisku broytingarnar, ið skulu til, skulu vit gera okkum nakra vón um, at snara føroysku skútuni á bakborð í tíð,og harvið kunnu verða bjarga. Tí eitt er víst, sum Amen í kirkjuni, og tað er, at høgrakósin førur ókkum lúkst í úlvsins kjaft.