Javnaðarhugað hittast til veitsluhald

Eftir 3. uppstillingarfund hjá javnaðarfeløgunum í Suðuroynni, var gjørt av, at veitsla fyri javnaðarhugaðum úr øllum landinum verður í Øravík tann 5. januar

Javnaðarfeløgini í Suðuroynni høvdu herfyri 3. uppstillingarfund í Porkeri, og var huglagið so gott, at fundarfólk samdust um at taka stig til veitslu, ið er ætlað at vera tann 5. januar í Øravík, og er ætlanin at javnaðarhugað í øllum landinum kunnu koma á veitsluna.

Fundurin var so góður, frættist frá feløgunum, at huglagið mest minti um góðar gamlar dagar, og birti hetta undir hugskotið um veitslu.

Tey uppstillaðu valevnini høvdu orðið, kjakið var lívligt, og Henrik Old, tingmaður, ið ikki stillar uppaftur, hugleiddi við gaman og álvara, og fekk hann gávu handaða.

Javnaðarveitsla

Somikið væl gekk fundurin, at luttakarar samdust um at taka stig til veitslu, sum í gomlum døgum, og er vónin,at fólk úr øllum landinum koma á veitsluna. Ferðaætlanin hóskar væl, tí Smyril fer úr Havn leygardag kl. 15:30 og norðuraftur kl. 7:00 sunnumorgun.

Veitslan verður ætlandi í Øravík nú leygardagin 5. januar klokkan 20:00. Trio spælir til dansin og tilmelding fer fram hjá lokalfeløgunum, frættist frá javnaðarfeløgunum í Suðuroynni.