Johan Dahl
løgtingsmaður og næstformaður Sambandsfloksins
Útmeldingar hansara:
- Ein Nýggj byrjan
- Frælsur Felagsskapur
- Ein skipan, sum merkir, at danska grundlógin verður ikki longur galdandi í Føroyum.
- Vit skulu hava eina nýggja byrjan
- Ein nýggjan sáttmála um ein frælsan felagsskap, har valdsbýtið millum partarnar er ásett
- øll hesi omanfyri nevndu eru sera vælkend orð og flosklar frá loysingarsamgonguni, sum fór til samráðingar í 2000 við danir um júst "skipaða loysing" og "frælsan felagskap" og eina skipan har grundlógin ikki varð galdandi í Føroyum.
John Johannesen sær út til at hava funnið Høgna’sa og Anfinn’sa manuskript í onkrari skuffu og so tikið nøkur av teirra slogans til sín sum síni og Javnaðarfloksins.
Nú vita so allir javnaðarveljarar sum ikki vilja loysing, hvar Javnaðarflokkurin stendur og enn einferð hava vit fingið svart upp á hvítt, at Javnaðarflokkurin ikki longur er ríkisfelagskapsflokkur, men ein reindyrkaður loysingarflokkur.
Tað má verða klokkuklárt fyri hvønn einasta ríkisfelagskapssinnaðan veljara, at Sambandsflokkurin er einasta og besta alternativið at umboða Føroyar og føroyska fólkið á fólkatnigið.
Javnaðarflokkurin og restin av loysingarvonginum er ein og sama greipa - teir vilja allir avmontera hendan fyri føroyingar so gagnliga og mennandi felagskap.
Sambandsflokkurin er trygdin fyri at hetta ikki hendir.
Vel Sambandsflokkin tann 13. Novembur - hann verjir og mennir tíni rættindi sum borgari í ríkinum.