Javnaðarflokkurin fer av øllum alvi at verja rættin hjá fakfeløgunum at virka fyri limir sínar.
Tað sigur javnaðarflokkurin í svari sínum til Sjeymannabólkin hjá fakfeløgunum.
Sum sagt aðrastaðni í blaðnum hava fakfeløgini spurt hvønn einstakan flokk á tingi, hvørja støðu teir hava til uppskotið, sum vinnumálastýrið hevur gjørt um seming á arbeiðsmarknaðinum.
Javnaðarflokkurin hevur svarað, at hann fer undir ongum umstøðum at taka undir við, at verkfalsrætturin hjá fakfeløgunum verður fyri afturstigi.
? Flokkurin fer av øllum alvi at verja rættin hjá fakfeløgunum at virka fyri limirnar.
Javnaðarflokkurin sigur, at hann heldur, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu hava avgerandi ávirkan á arbeiðið at gera lóggávu, sum ávirkar teirra viðurskifti.
Hetta er eisini galdandi fyri uppskotið um seming, sum Vinnumálastýrið legði fram í november.
Flokkurin sigur, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur váttað, at nevndin, sum upprunaliga arbeiddi við málinum, nú fær málið aftur at arbeiða víðari við.
? Hetta taka vit til eftirtektar, men fara at fylgja málinum upp.
Tí fer flokkurin onki at gera, fyrrenn eitt útspæl er komið aftur frá nevndini.