Javnaðarflokkurin vinnur valið í Havn

Javnaðarflokkurin gongur næstan fýra prosent fram á býráðsvalinum í Havn í næstu viku. Einasta broyting í mandatum kann verða, at Javnaðarflokkurin vinnur fjórða umboðið frá Tjóðveldinum og fær seks umboð vald í nýggja býráðið

Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin í Tórshavnar kommunu kunnu síggja fram til eitt sera gott valúrslit týsdagin í næstu viku. Sambært feskari kanning frá Gallup Føroyar fær Javnaðarflokkurin eina framgongd upp á sløk fýra prosent, so flokkurin fær 36 prosent av atkvøðunum í Tórshavnar kommunu.
Tað merkir, at flokkurin stendur til at vinna sætta sessin í Tórshavnar Býráð. Men tað er í kapping við Tjóðveldi, sum stendur til fáa trý ella fýra umboð vald. Tjóðveldi stendur til at fáa eina afturgongd upp á sløk tvey prosent og fær 24 prosent av atvkøðunum í Havn.
Fólkflokkurin stendur til eina afturgongd upp á góð tvey prosent, og tað merkir, at flokkurin við 20 prosentum varðveitir síni trý umboð í býráðnum.
Sambandsflokkurin, sum hevði eitt sera vánaligt val seinast, stendur til at missa eitt vet afturat, so har sær sera svart út hjá flokkinum við 11 prosentum at vinna eitt umboð afturat.
Teir smáu flokkarnir hava heldur ongan kjans hesaferð sambært kanningini. Sjálvstýrisflokkurin fær tvey prosent, og Miðflokkurin fær bara eitt prosent. Framsókn stendur til seks prosent, og tað er næstan tvey prosent ov lítið til at fáa umboð valt. Ein listi skal hava ein trettandapart av atkvøðunum, fyri at fáa umboð valt, og tað merkir 7,7 prosent.
Av teimum fólkum, sum Gallup Føroyar hevur spurt, hava 25 prosent ikki tikið støðu, og tí skulu tølini takast við hesum fyrivarni. Men hóast tað, so eru ábendingarnar greiðar um, at samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í Tórshavnar býráð, sum fekk níggju umboð vald á seinasta býráðsvali, stendur til at varðveita meirlutan, sum er sera tryggur við tveimum umboðum fleiri, enn neyðugt. Lutfallið millum samgongu og andstøðu verður framvegis 9 til samgonguna og 4 til andstøðuna. Hóast eingin broyting verður í mandatum, so styrkist samgongan sambært kanningini við 1,9 prosentum.