Tingmaðurin í Miðflokkin er positivur fyri uppskotinum um fullveldi. Hann heldur, at fólk vilja standa á egnum beinum.
? Føroyinar mugu fáa meira frælsi, men eitt krav er, at tey fáa at vita, hvat tað kostar, sigur Jenis av Rana.
? Eg finni ikki útav, hvat Javnaðarflokkurin vil. Fyri ári síðan var hann rámasti loysingarflokkur, men á valinum seinast hálsaðu teir um.
Aftur loysingarflokkur
?Við seinasta útspælinum um sjálvstýrislóg, er flokkurin aftur vorðin loysingarflokkur, sigur Jenis av Rana.
Miðflokkurin fer ikki at gera av, hvat hann fer at atkvøða fyri, áðrenn tingmaðurin hevur sæð úrslitið av kanningunum, sum Landsstýrið hevur sett í verk.
? Út frá úrslitunum av kanningunum fara vit at mæla fólk til, hvat vit halda vera rættast, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur at støðan hjá Javnaðarflokkinum er ótrygg í sjálvstýrismálinum, tí flokkurin ikki torir at taka støðu. Sambandsflokkurin hinvegin, hevur greitt sagt, at hann er ímóti at fara úr ríkisfelagsskapinum. Tað er greið tala.
Tjóðveldisflokkurin hevur eisini greiða støðu, men Jens av Rana veit ikki hvør støðan hjá Fólkaflokkinum er tá avtornar, og tí dugir hann ikki at meta um, hvat verður úrslitið av sjálvstýrisætlanini.
? Tað er eisini ein stórur spurningur, hvussu fíggjarlógin fer at síggja út, við skerdum ella ongum blokki. Tað verður avgerandi fyri støðutakanina hjá fólkinum. ? Kreppuárini er enn so frísk í minninum, og tí fara fólk ikki at góðtaka ótrygg sosial viðurskifti, sigur Jenis av Rana.
Hann er sannførdur um, at verður blokkurin avtikin so kunnu aðrar inntøkur setast í staðin, eitt nú endurgjald fyri leigu til NATO støðin í Mjórkadali.
Jens av Rana heldur, at virksemið á Sornfelli enn er stórt, hóast tað ofta verður sagt, at støðin ikki hevur størri týdning, sigur Jenis av Rana.