Í samgonguskjalinum millum ABC-flokkarnar er skrivað, at revsirættur og sakføraravirksemi skulu yvirtakast.
Í gjár vóru uppskotini at yvirtaka revsirætt og sakføraravirksemi, sum vórðu borið í Løgtingið av Løgmanni, viðgjørt.
Rættiliga tíðliga í viðgerðini byrjaði politiski leiðarin á tingi fyri Javnaðarflokkin, John Johannesen, at seta spurnartekin við, um tað er rætt at yvirtaka hesi málsøki í hesum tíðum, tá almannaverk, heilsuverk og skúlaverk mangla pening, tí at tíðirnar ikki eru so góðar.
Hetta fekk øði í Poul Michelsen, samgongutingmann úr Fólkaflokkinum.
– Eg kundi byrja við John Johannesen fyrst, og eg haldi at tað byrjar at avspegla seg nakað við, at hendan samgonga er við at vera lokin.
– Tað haldi eg mann kann byrja at síggja í eyguni.
– Tá tílík forbehold vera tikin, og vit tosa um nakrar hundraðtúsund krónur. So byrjar tað at líkjast nøkrum, sum ikki longur hevur botn í einari samgongu, segði Poul Michelsen á tingsins røðarapalli í gjár.
Í uppskotinum stendur, at yvirtøkurnar kosta nakrar hundraðtúsund krónur, og tað er hetta, sum Poul Michelsen var og er óður um, at Javnaðarflokkurin ger til eitt stríð við heilsuverki og almannaverki uppií. Javnaðarflokkurin trýr ikki uppá prísin í uppskotinum, og ivast um tað fer at vera ein verulig yvirtøka.
Heldur fast við orðini
Og hetta var ikki nakað hann bara segði í einari óðari løtu, tí tá hann seinni verður spurdur, hvussu samgongan hevur tað, er svarið greitt.
– Hon hevur minst 40 gradirs febur. Hon hevur tað ikki gott, heldur hann uppá.
Víðari heldur hann tað vera øgiliga populistiskt, at Javnaðarflokkurin nú skal ivast, um hann stuðlar hesum uppskotinum, sum er í samgonguskjalinum.
– Fyri nakrar hundraðtúsund krónur sær tað út sum, at Javnaðarflokkurin vil seta bæði rættartrygd og EFTA tilgongd í vanda fyri at fáa tað at síggja út sum, at øll onnur eru eftir heilsuverki og almannaverkið.
Tað hevur nakað at siga í EFTA tilgongdini, hvussu nógv málsøki eru yvirtikin.
Hetta heldur John Johannesen vera eina sera ógvusliga viðmerking, tí skal mann geva revsirættinum nakað innihald, so kostar tað meira enn nakrar hundraðtúsund krónur.
– Tað ber ikki til, at flokkurin skal profilera seg við hvørjum einasta spurningi, og skal hetta vera lagið, tá vil mann ikki vera í samgongu við nøkrum. Tí tað má vera avmarkað, hvørjum mann hóttir og provokerar við, sigur Poul Michelsen.
Javnaðartingmaðurin fegnast hinvegin, at Javnaðarflokkurin ger meira burturúr sær.
– Eg fegnist um, at Javnaðarflokkurin er farin at virka aftur, og samgongan er millum tríggjar flokkar, sum allir mugu finna útav at gera tær semjurnar, sum eru neyðugar, sigur John Johannesen.
Føra valstríð
Poul Michelsen metir somuleiðis, at Javnaðarflokkurin nýtir hvønn einasta møguleika at føra valstríð, tí yvirtøkurnar, sum vóru umtalaðar á tingi í gjár, eru festar í samgonguskjalinum, sum Javnaðarflokkurin hevur skrivað undir uppá.
– Tað er ótrúligt, at teir kunnu skifta soleiðis, tí teir líka skulu hjálpa uppá eitt eventuelt valstríð, heldur Poul Michelsen.
John Johannesen heldur hinvegin, at tað eru fleiri onnur mál, sum eru nevnd í samgonguskjalinum, sum ikki vera gjøgnumførd, umframt, at hann ikki heldur, at málið er lýst nóg væl.
Men Fólkaflokstingmaðurin heldur tó, at tað ber til at bjarga samgonguni, hóast hann heldur vónina vera lítla.
– Eg gevi ongari samgongu mønustingin, men tað er tekin um at Javnaðarflokkurin vil sleppa burturúr, sigur hann, og vísir aftur á, at hann heldur, at Javnaðarflokkurin bara koyrir upp á populismu í løtuni, og enntá roynir at fáa ein fíggjarlóg ígjøgnum saman við andstøðuni heldur enn við samgonguni.
Politiski leiðarin í Javnaðarflokkinum heldur hinvegin uppá, at tað hevði verið skilaleyst at føra valstríð.
– Eg kenni ikki til nakað valstríð, og tað hevði verið beinleiðis ábyrgdarleyst at havt val nú, tí samfelagið tolir ikki slíkan óstabilitet, sigur John Johannesen.