– Tíðin er komin til stigvíst at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar komandi árini. Hetta skal gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív, siga tinglimir Javnaðarfloksins í tíðindaskrivi.
Flokkurin hevur latið inn uppskot til samtyktar, har tinglimirnir í flokkinum heita á landsstýrið um at taka hetta málið upp til trípartasamráðingar og síðani leggja lógaruppskot fyri løgtingið.
Javnaðarflokkurin sigur, at í fleiri áratíggju hava fakfeløgini stríðst fyri styttri arbeiðsviku. Arbeiðið hevur givið úrslit, og varð arbeiðsvikan so líðandi stytt úr 48 tímum niður í 40 tímar í seksti- og sjeytiárunum. Seinastu 40 árini hevur lógarásetta arbeiðsvikan í Føroyum tó verið óbroytt. Til samanberingar varð lógarásetta arbeiðsvikan Í Danmark stytt niður í 37 tímar longu í 1990. Summi fakfeløg hava kortini samrátt seg til eina styttri arbeiðsviku í sáttmála millum partarnar, vísa tinglimir Javnaðarfloksins á.
– Ein stytting av arbeiðsvikuni førir ikki við sær, at vanliga vikulønin verður lækkað. Mánaðarlønt í tí almenna fáa somu løn fyri færri arbeiðstímar. Tímalønt í privatu vinnuni kunnu framvegis til dømis arbeiða 40 tímar um vikuna, men verða so lønt fyri yvirtíð aftaná 37 tímar, sigur Javnaðarflokkurin.
Tað vil merkja, sigur flokkurin, at fleiri av teimum, sum arbeiða niðursetta tíð verða tættari at fullum brøki.
– Stytta vit arbeiðsvikuna, merkir tað, at tey, ið framvegis velja at arbeiða til dømis 30 tímar um vikuna, fáa løn fyri 30/37 partar heldur enn 30/40 partar. Hetta vil tískil verða ein lønarhækking, sigur flokkurin.
– Hagtøl frá 2013 vísa, at føroyskar kvinnur liggja triðovast í heiminum, tá tað kemur til at arbeiða niðursetta tíð. Umleið 52 % av arbeiðsvirknum kvinnum í Føroyum arbeiða niðursetta tíð samanborið við 43, 41 og 18,5 % í ávikavist Norra, Svøríki og Finnlandi. Eisini síggja vit, at talið av teimum, sum gerast strongd, er hækkandi í okkara parti av heiminum. Ein møgulig orsøk til hesi viðurskifti kann vera, at tað er trupult at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman, skrivar Javnaðarflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.
Víðari vísir flokkurin á, at fleiri fakfeløg millum onnur Heilsuhjálparafelagið og Starvsmannafelagið hava eisini í fleiri umførum víst á, at tørvur er á at stytta arbeiðsvikuna. Heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar vísa millum annað á, at tað á teirra øki ikki ber til at arbeiða fulla arbeiðsviku í trískiftisvaktum uttan at bróta sáttmála ella lóg á økinum.
Javnaðartinglimirnir vísa í uppskotinum á, at arbeiðsvikan eigur at verða stytt yvir nøkur ár. Tey vísa á, at tað til dømis ber til at stytta vikuna við einum tíma annaðhvørt ár.
– Tíðin er komin til at gera broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív, siga tinglimir Javnaðarfloksins.