Javnaðarflokkurin vil framtíðartryggja vælferðina

- Størsta politiska avbjóðingin hjá Javnaðarflokkinum er at framtíðartryggja vælferðina.

Tað staðfestir fokkurin í yvirlýsing, sum varð gjørd á landsstevnuni hetta vikuskifti. Og flokkurin leggur afturat, at fyri at røkka hesum máli, er eisini neyðugt at framtíðartryggja búskapin, tí vælferð og búskapur hanga neyvt saman.

Flokkurin sigur, at tilvildarligar skerjingar á fíggjarlógini fremja ongan framburð. Heldur skulu vit taka burtur útreiðslur, sum als ikki hoyra heima á einari fíggjarlóg, eitt nú stuðulsskipanir og bygnaðarligar skeivleikar.

Og ikki minst ræður tað um at útvega landinum størri inntøkur á samhaldsføstum grundarlag. Skattastigin skal gerast rættvísari, og harumframt eigur skattagrundarlagið at breiðkast við t.d. tilfeingisgjaldi, skatting av samfelagsskaptum vinningi og umhvørvisgjøldum.

Annars fegnast Javnaðarflokkurin, at tað eru gjørd stór framstig á útbúgvingarøkinum, at samhaldsføst heilsutrygging verður sett á stovn, at arbeiðsloysistryggingin er styrkt munandi, eins og at batar eru gjørdir í barsilsskipanini.