Hvørki floksformaðurin ella formaðurin í tingbólkinum í Javnaðarflokkinum vildu siga tað stóra, áðrenn teir fóru inn til fund í samgonguni um eitt nú svartkjaftabýtið Samgongufundur er í Tinganesi í løtuni.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, hevur kravt at fáa fundin, til tess at fáa avgreitt málið um svartkjaftabýtið.
Fundurin byrjaði klokkan 13, men javnaðarmennirnir vóru fámæltir undan fundinum.
- Fundurin fer í høvuðsheitum at snúgva seg um svartkjaftabýtið. Vit ætla at fáa hesi viðurskifti avgreidd, sigur John Johannesen.
Verður tað ein semja funnin í dag?
- Tað er ikki til at siga. Men vit eru diplomatiskt sinnaðir, segði John Johannesen.
Jóannes Eidesgaard vildi als ikki geva nakra viðmerking áðrenn fundin, og vísti bara til at einki er vist áðrenn fundurin er avgreiddur.









