Javnaðarflokkurin við samgonguni?

Kjakið um fiskidagarnar hev­ur ver­ið sera lít­ið hesa­ferð – í mun til so mangan áð­ur. Eingin hóttan í so máta liggur undir samgonguni.

Stríðs­mál­ini eru tey som­u, ein part­ur held­ur sum fiski­frøð­ing­ar og bú­skap­ar­frøð­ing­ar, at veiði­trýst­ið skal skerj­ast javnt ár efti rár, so neyð­­ugt ikki verð­ur at skerja stórt í ein­um høggi.
Tí, sum sagt verð­ur, tað sum ikki verður skert hesa­ferð, tað skal skerjast meira næstu ferð.
Hin parturin er tann, sum held­ur, at fisk­ast skal, og at fiski- og aðrir frøðingar, sum ong­an­tíð hava pissað í salt­an sjógv, ikki hava ánilsi av, hvat teir tosa um. Hetta er tann part­ur­in, sum vinnur, tann part­ur­in, sum lurta eft­ir ver­u­ligu frøð­ing­u­num, teim­um sum næst­an alt­íð piss­a í salt­vatn.
Tjóðveldi og Javn­að­ar­flokk­urin plaga at vera í fyrra part­i­num – eisini tey í Fram­sókn. Men hesa­ferð hev­ur Javn­að­ar­flokk­ur­in skift hest og held­ur sum samgongan, at ver­u­ligi frøð­ing­ur­in er fisk­i­mað­ur­in.
Onkur javnaðartingmaður sig­ur, at flokkurin hevur nærk­­að seg fólkinum aft­ur. Kanska hann ger tað við ikki at lurta eftir frøð­ing­u­num...?