Javnaðarflokkurin við í fullveldismálinum

Eftir kaffifundirnar millum samgonguna og Javnaðarflokkin skilja partarnir betur hvønn annan. Javnaðarflokkurin útilokar ikki møguleikanum fyri semju

? Møguleikin fyri, at vit standa aftanfyri eitt samráðingarupplegg til donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya er í prinsippinum ikki útilokaður.

Hetta sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, nú tíðin fer at nærkast til málið um ríkisrættarligu støðu Føroya verður beint í uttanlandsnevndina.

Javnaðarflokkurin hevur verið til tveir óformellar fundir við landsstýrissamgonguna um fullveldisætlanina, og sambært formanni floksins hevur talan verið um nakrar ógvuliga gevandi fundir.


Væl og virðiliga viðgjørt

Jóannes Eidesgaard sigur fullveldismálið vera væl og virðiliga viðgjørt á sokallaðu kaffifundunum.

? Vit hava verið gjøgnum alt málið og hava gjøgnumgingið alla prosessina, sum hon er. Hetta hevur havt við sær, at partarnir nú skilja støðuna hjá hvørjum øðrum. Tað er ikki longur soleiðis, at samgongan ikki veit, hvat Javnaðarflokkurin vil, og at Javnaðarflokkurin ikki veit, hvat samgongan vil.

Jóannes Eidesgaard vísir í sama viðfangi á, at talan hevur verið um tos tvørtur um borðið í orðsins rætta týdningi. Einki skrivligt tilfar hevur verið at sæð, og tískil hevur Javnaðarflokkurin ikki sæð nakað samráðingarupplegg ella brot úr nøkrum samráðingaruppleggi. Heldur ikki hava partarnir kjakast um sjálvt samráðingaruppleggið.


Bíða eftir fundarboðum

Formaður Javnaðarfloksins sigur, at seinasti fundurin millum samgonguna og Javnaðarflokkin var fyri jól, og nú situr Javnaðarflokkurin bara og bíðar eftir fundarboðum frá samgonguni.

Fundurin fyri jól var sambært Jóannesi Eidesgaard ógvuliga avklárandi, og er hann tí spentur uppá, um flokkurin fær at vita um samráðingaruppleggið ella partar av tí á næsta fundi.

Javnaðarflokkurin bíðar eftir fundarboðum, og sum skilst á Høgna Hoydal, landsstýrismanni, gongur ikki long tíð áðrenn Javnaðarflokkurin fær hesi fundarboð. Men Høgni Hoydal vísir á, at Javnaðarflokkurin ikki skal vænta sær at síggja nakað samráðingarupplegg. Hetta er nevniliga í stríði ímóti fólkaræðisligu viðgerðini, tí sambært henni, skal samráðingaruppleggið bert viðgerast í uttanlandsnevnd løgtingsins, hagar fullveldismálið verður beint, so skjótt sokallaða politiska prosessin millum samgonguna og Javnaðarflokkin er liðug.


Lættari viðgerð í uttanlandsnevndini

Bæði Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard eru samdir um, at fundirnir millum samgonguna og Javnaðarflokkin fara at gera viðgerðina av málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya lættari í uttanlandsnevndini.

Javnaðarflokkurin er opin fyri møguleikanum fyri einari breiðari semju áðrenn samráðingarnar, men hetta hongur saman við, hvat innihaldið í samráðingarupplegginum er. Tað veldst nevniliga um, hvussu langt farið verður.

? Verður talan um eina skipan í einum felagsskapi, so er møguleiki fyri, at vit kunnu stuðla, men verður talan um eina skipan uttanfyri, so er Javnaðarflokkurin eisini uttanfyri, sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard.