Javanaðarflokkurin boðaði fyri lítlari løtu frá, at tað eydnaðist flokkinum at sannføra Sambandsflokkin og Fólkaflokkin um m. a. at leggja upp fyri hækkandi lønarútreiðslunum hjá landskassanum - so sleppast kann undan hópuppsagnum hjá tí almenna. - Javnaðarflokkurin fegnast um, at tað er eydnast at fáa semju í landsstýrinum út frá brævi okkara til løgmans. Partur av hesi semju er, at krav floksins um at leggja upp fyri hækkaða kostnaðinum av nýggja lønarsáttmálanum innan skúla, sjúkrahús og eldrarøkt er tikin við í fíggjarlógina. Harumframt fegnast flokkurin eisini um, at hækkanin av pensjónum og almannaveitingum er tikin við, sigur flokkurin í tíðindaskrivinum.
Víðari sigur Javnaðarflokkurin, um henda avtala ikki varð fingin í lag, hevði avleiðingin verið fleiri oyðileggjandi sparingar innan hesar grundleggjandi vælferðarskipanir.
- Tað hevði verið steinur oman á byrðu hjá okkara fólki, sum frammanundan er meint rakt av ótryggum fíggjarviðurskiftum og hópuppsøgnum, sum hava økt arbeiðsupploysið upp móti tvey túsund fólkum.
- Vit fegnast eisini um, at tað eydnaðist at fáa semjuna í lag uttan at økja nevnivert um hallið á fíggjarlógini fyri 2011, boðar Javnaðarflokkurin frá.