Vit liva í kunningarøldini, og ein ørgrynnu av upplýsingum, tíðindum og kunning á ymsum økjum koma inn á okkum. Ein partur av hesum er politisk upplýsing, sum Javnaðarflokkurin heldur vera umráðandi at fáa út til veljarnar.
Tað hevur flokkurin tikið til eftirtektar, og søknast nú eftir nýggjum skrivara, sum skal samskipa politiska arbeiðið og kunna lokalfeløgini hvat hendir á økinum, eins og flyta tað út til veljarnar.
Aðalmálið er at fáa boðskapin út til feløgini og víðari út til almenningin. Hetta er helst eisini besti háttur at nýta peningi til politiska upplýsing, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at serliga tingarbeiðið er trupult hjá andstøðuni, tí hon ongan hevur at venda sær til, um brúk er fyri hjálp av ymsum slag.
Stórur munur er at sita í samgongu og andstøðu, og tað kennist rættiliga væl, tá ein hevur sitið í landsstýrinum, og hevur havt atgongd til allar upplýsingar og kundi gera brúk av umsitingina sum heild.
Tað er ein veikleiki fyri demokratiið, at tørvur er á grundleggjandi umsiting hjá andstøðuna. Løgtingsskrivstovan er bert arbeiðsamboð fyri samgonguna, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tørvandi javnvág
Hann heldur, at talan als ikki er um javnvág, tá samgongan hevur atgongd til upplýsingar, sum ikki eru atkomiligir hjá andstøðuni. Jóannes Eidesgaard vísir á arbeiðsviðurskiftini í Fólkatinginum. Har arbeiða 1000 fólk fyri teir 179 fólkatinglimirnar, og har er eingin munur á, um tú situr í samgongu ella andstøðu.
Herfyri eftirlýsti Finnbogi Ísakson, tingformaður, hví andstøðan ikki var meira virkin, men tað er ov nógv at krevja, tá eingin arbeiðir fyri okkum, sigur Jóannes Eiedesgaard.
Tí hevur flokkurin gjørt av at seta ein skrivara aftrat, sum kann átaka sær ymar uppgávur í samband við tingarbeiðið, umframt at skipa fyri tiltøkum, eitt nú kjakfundum, floksleiðslufundum og landsfundum.
Skrivarin skal eisini, saman við starvsnevnd og tingmanning, leggja ætlaninar fyri politiska arbeiðið til rættis og leggja fram fyri almenningin. Umframt tað skrivarin stuðla og vegleiða lokalu feløgunum í teirra arbeiði.
Javnaðarflokkurin hevur skrivstovu í miðbýnum í Havn, og skrivarin skal fyribils arbeiða hálva tíð.