Javnaðarflokkurin telvar framvegis um landsstýrisfólk

-og sambart formanninum verður landsstýrismanningin ikki klár fyrr enn stutt fyri tíðindafundin í Tinganesi í dag klokkan 16 -Hetta skal taka ta tíð tað krevur, og sjálvandi brúka vit neyðugu tíðina til at finna røttu fólkini at manna landsstýrissessirnar sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Floksleiðsla og tingfólk hava nú í fleiri dagar tosað og telvað um, hvør skal í landsstýrið. Eingin endalig avgerð er enn tikin um tey trý umboðini. Umboð fyri flokkin vóru saman til seint í gjárkvøldið og tóku uppaftur fundin tíðliga í morgun.