Javnaðarflokkurin hevur annars mælt til, at sett verður á stovn eitt innanlandssstýri, ið kann umsita eitt nú kommunumál, umhvørvismál, útjaðaramál, útoyggjamál og rættar- og lógarmál.
Men Javnaðarflokkurin er samdur við løgmanni í, at eitt slíkt stórmál eigur at bíða til eftir valið. Hetta er ein røtt og demokratisk avgerð, ið tænir løgmanni til æru. Tað er vanlig demokratisk siðvenja í øllum fólkaræðiligum londum, at stórar politiskar avgerðir ikki verða tiknar beint undan einum vali, hóast valið sjálvt enn ikki er skrivað út. Tað er júst hetta, løgmaður tykist at hava viðurkent við sínari avgerð um at steðga skipanini av einum løgmálaráði í Tinganesi her og nú - 12 vikur fyri, at valið í seinasta lagi skal verða hildið.
Avgerð løgmans er ein viðurkenning av, at landsstýrið í roynd og veru nú bert eigur at virka sum eitt umsitingarstýri.
Tískil eisini ein áheitan á løgmann, um at hann eigur at steðga størri og smærri politiskum avgerðum, sum breið politisk semja ikki er um.