Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum situr á fundi í Losjuni í Havn, har tey skulu taka støðu til, um tey stuðla tingmanningini í royndi at gera nýggja samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin
Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum er ovasti myndugleiki hjá flokkinum millum landsfundirnar ? og tað er vanligt, at floksleiðslan tekur støðu til, hvørja samgongu Javnaðarflokkurin skal vera við í.
Tað er hesin fundur, sum í løtuni er í Losjuni í Havn, har eini 30-40 umboðsfólk hjá flokkinum kring landið skulu taka støðu til, um flokkurin skal fara viðari við samráðingunum.
Tá Portalurin vitjaði at taka myndir, var eingin niðurstøða komin ? og hóast vit ikki sluppu at vera við á fundinum, so tyktust fólk nøgd við, at Javnaðarflokkurin roynir aðrar leiðir.
Verður tað til eina samgongu, so má takast fyri givið, at Jóannes Eidesgaard heldur fram sum løgmaður. Hugsandi er, at Tjóðveldisflokkurin fær tríggjar landsstýrissessir og løgtingsformannin. Javnaðarflokkurin fær um framt løgmann ein ella tveir landsstýrissessir, meðan Miðflokkurin helst fær ein landsstýrissess. Vit gita, at Hergeir Nielsen úr Tjóðveldinum verður nýggjur løgtingsformaður.