Um løgmaður ynskir eina uppgerð við ríkissinnaða vongin í Javnaðarflokkinum, so fer tað at kosta dýrt. Hetta sigur Hendrik Old, fyrrverandi tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í samband við at løgmaður eftirlýsir ideologiskt kjak um millum annað ríkisrættarligu støðuna.
- Ein stórur partur av Javnaðarflokkinum er sinnaður at verða innanfyri ríkið. Hetta er meirilutin, og eg dugi ikki at ímynda mær, at leiðslan ynskir eina uppgerð við øll hesi fólkini, sigur Hendrik Old.
Hann vísir á, at flokkurin varð stovnaður sum alternativ til loysingarflokkarnar. Og eftir tí sum hann veit, so er støðan hjá flestu veljarum floksins ikki broytt.
- Tí skilji eg ikki, hvat hetta kjakið skal brúkast til. Og løgmaður hevur ikki veruliga greitt frá, hvat hann ynskir við hesum kjakinum, sigur hann.
- Skal landsfundurin taka eina uppgerð um hetta mál, so verður tað eitt minniligt kjak, tí sjálvandi fer meirilutin ikki at lata sær hetta lindað.
- Vandin er, at flokkurin minkar burtur í einki. Tí hóast ríkisssinnaði parturin av flokkinum er tann meira friðarligi parturin, so er hann eisini sterkur, staðfestir Hendrik Old, sum ikki stillaði upp aftur til seinasta val.
Hendrik Old væntar, at um Javnaðarflokkurin verður ein loysingarflokkur, minkar tingmannatalið í fyrsta umfarið niður í tvey fólk.
- Tað kemur at kosta dýrt. Ikki bara í Suðuroy og Sandoy, men eisini í Vágunum og Eysturoy, og partvís eisini í Havn aðrastaðni, sigur hann avgjørdur.
Áhaldandi pragmatiskt kjak
Kristian Magnussen, fyrverandi formaður fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum, skilur heldur ikki ynski um ideologiskt kjak. Ikki tí hann ræðist kjakið, men tí flokkurin longu nú hevur hetta kjakið.
- Vit eru eitt lítið land, og allir flokkarnar mugu fevna um ein breiðan veljaraskara. Tí eru vit noydd at vera pragmatisk og praktisk. Og hetta er júst grundarlagið undir ríkisrættarliga kjakinum hjá Javnaðarflokkinum, staðfestir Kristian Magnussen.
Tí skilur hann ikki, at flokkurin nú skal hava tørv á einum nýggjum kjakið. Javnaðarflokkurin hevur ongantíð verið antin sambands- ella loysingarflokkur, og eingin grund er at broyta hetta, heldur hann.
Hann er tí samdur við Hendrik Old um, at Javnaðarflokkurin ikki hevur brúk fyri einari uppgerð á ríkisrættarliga økinum.