Í 1932 var løgtingsvalið eisini 19. januar. Hetta var aðru ferð, at Føroya Javnaðarflokkur stillaði upp til val, og fekk flokkurin 10,4% av atkøvðunum. Suðuroyggin hevur altíð verið háborgin hjá Javnaðarflokkinum, og til hetta valið fekk flokkurin 25,4% av atkvøðunum í Suðuroyar valdømi.
Við katastrofuvalið hjá Javnaðarflokkinum í 1994 fekk flokkurin bara 15,3% - tá vóru kanska serligar umstøður, sum gjørdu seg galdandi. Á onkran hátt er løgtingsvalið leygardagin uppaftur verri fyri Javnaðarflokkin, og tí loyva vit okkum at tosa um ringasta valið hjá Javnaðarflokkinum í 76 ár. Flokkurin fekk bara ein mann valdan í Suðuroy. Hetta valdømið hevur síðani 1936 havt skiftivís tveir og tríggjar javnaðarmenn valdar. Um vit framvegis høvdu gomlu valskipanina, so fekk Javnaðarflokkurin bara ein mann valdan í Suðuroy – og tað er ikki hent síðani 1932, so hetta átti at fingið Javnaðarflokkin at rakna við, um ikki støðan hjá flokkinum sum ein av teimum stóru skal fara í søguna.
Eg spáddi í eini analysu undan valinum, at vit kanska komu at uppliva, at Suðuroyggin fyri fyrstu ferð í søgu Javnaðarfloksins ongan javnaðarløgtingsmann fer at hava – og hesin spádómur kann nú ganga út, um so verður at Jóannes Eidesgaard heldur fram sum løgmaður ella sum landsstýrismaður. Verður Jóannes Eidesgaard løgmaður, so kemur Andrias Petersen í Gøtu á ting í hansara stað, og so hevur Suðuroyggin fyri fyrstu ferð í søgu Javnaðarfloksins ongan javnaðartingmann.
Grundarlagið fyri hesum spádómi var, at onnur valevni á Javnaðarlistanum fara at fáa fleiri atkvøður, enn hitt valevnið úr Suðuroy, sum endaði á 11. plássi. Hetta leiðir so aftur til spurningin um uppstilling. Tað frættist, at borgarstjórin á Tvøroyri fegin vildi á listan, men hann slapp ikki – so her er tað ein stórur spurningur, um taktiska uppstillingin ikki eisini hevur verið ótaktiskt. Tað endaði eisini við, at 25 atkvøðu kundu bjargað Javnaðarflokkinum sjeynda mannin. 13 tóm pláss vóru á javnaðarlistanum. Um hesi 13 fólkini fingu tvær nýggjar atkvøður til flokkin í part, so var sjeyndi maðurin vunnin.
Tann stóri spurningurin hjá nývaldu tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum er nú uttan iva, hvørt tey skulu tveita handklæðið í ringin og fara í andstøðu at sleika sárini, ella tey bretta upp armar. Tað eigur sjálvandi at geva meira at sita í eini samgongu, sum fólki líkar, men Javnaðarflokkurin – og uttan iva aðrir flokkar við – mugu síggja í eyguni, at tað ongantíð er so um ráðandi sum nú at floksorganisatiónin virkar. Flokkurin má hava eina porfessiónella umsiting sum professiónelt kann mynda flokkin.