Javnaðarflokkurin setir krøv

Leiðsla Javnaðarfloksins hevur sitið á fundi í dag og viðgjørt støðuna í flokkinum. Fundurin hevur verið í Losjuni í Havn. Niðurstøðan á fundinum, sum júst er liðugur, er stutt og greið:

?Floksleiðslan í Javnaðarflokkinum hevur á fundi í dag viðgjørt innanflokstrupulleikarnar, sum eru íkomnir.

Floksleiðslan krevur av floksins umboðum á tingi, at tey fult og heilt luttaka í øllum virksemi floksins til tess at tryggja politiskar tilgongdir í øllum málum. Somuleiðis krevur floksleiðslan, at møguligar ósemjur í flokkinum verða viðgjørdar og loystar innanfloks - og ikki í fjølmiðlunum?.

Undir stuttu og greiðu samtyktini hjá floksleiðsluni í dag stendur Javnaðarflokkurin.