Javnaðarflokkurin ríður á tveimum hestum

Flokkurin hevur seinastu árini stuðla fullveldistil­gongdini og harvið avreitt sosialu virðini, hann saman við Sambandsflokkinum áður stóð fyri

Jaspur Vang

Sambandsflokkurin

 

Støðufestið Sambands­floksins er tí einasta veruliga trygdin fyri einum sterkari ríkisfelagsskapi og størri sosialum frambrotum her á landi.

 

Andsøgnin, sum prógvar veruleikan

Vit kunnu staðfesta, at javnaðarflokkurin, hóast hann sigur seg vera ein sosialan flokk, var til reiðar at skerja ríkisveit­ingina við 103 mió.,

ikki vildi vera við til at dagføra ríkisveitingin við ársskiftið 2006/2007 og harvið viðgekk, at flokk­urin í veruleikanum tók undir við fullveldis­flokku­num, tá teir skerdu ríkis­veitingina við 366 mió. kr árliga, eins og formaður floksins hevur lagt upp til, at ríkisveitingin skal falla burtur ár 2015.

Javnaðarflokkurin hevur soleiðis fult og heilt góðtikið, at føroyska samfelagið seinastu fáu árini hevur mist meira enn 2,2 milliardir krónur, sum er upphæddin, skerjingin í ríkiveitingini higartil hevur kostað føroyingum, eins og Javnaðarflokkurin er til reiðar at skerja inntøkur landskassans enn meira.

Førdi politikkurin er tí beinleiðis í andsøgn við tosið um fleiri vælferðar­tilboð, útbyggingar av undirstøðukervinum v.m.

 

Ullintur boðskapur og ráksnúni

Eftir landsfundin farna vikuskifti hevur Javn­aðar­flokkurin undir heitinum “sjálvstøðugt samstarv” boðað frá, at hann fer at reka praktiskan politikk á ríkisrættarliga økinum. Løgið hevði tað verið, um flokkurin ætlaði sær at reka ópraktiskan politikk. Slíkum ullintum boðskapi skal ein leita leingi eftir. Útmeldignin kann tí ikki skyljast øðrvísi, enn at ráksnúni heldur enn hugsjónir framvegis fer at eyðkenna politikk floksins á ríkisrættarliga – og sosiala økinum.

Fyrr enn Javnaðar­flokkurin greitt hevur boðað frá, hvørja støðu hann hevur í spurninginum um ríkisveitingina, og hvørt flokkurin framhald­andi ynskir at verða í ríkisfelagsskapinum, veit ongin, hvar Javnaðar­flokkurin flýtur.

 

Valgrugg

Orðatakið sigur, at tað ber ikki til at blása og hava mjøl í munninum. Væl­ferðartosið á landsfundi Javnaðarfloksins nú um dagarnar, samstundis sum flokkurin ikki meldar greitt út í spurninginum um ríkisveitingina og ríkisrættarligu støðu Føroya, kann tí ikki skyljast øðrvísi, enn at talan er um valgrugg.

 

Samandráttur

Tað ber ikki til hjá Javn­aðarflokkinum - eins og Fólkaflokkurin - áhaldandi at ríða á tveimum hestum, alt eftir um tíðirnar búskaparliga eru góðar ella ringar og atkvøðurákið harvið ber móti loysing ella sambandi.

Um ikki javnaðar­flokk­urin tekur støðu, saðlar um og saman við Sambands­flokkinum verjir borg mótvegis loysings­vongi­num í føroyskum politikki, er vandi fyri, at vælferðin fer fyri skeyti.