Niklái Petersen
Tjóðveldsiflokkurin
Lurtaði við áhuga eftir framløgusendingini hjá Javnaðarflokkinum í ÙF týskvøldið, og tað undraði ikki sørt at hoyra, hvussu ymiskt framborið varð av valevnunum um Ríkisrættarligu støðu okkara og ES spurningin.
Úr Sandoynni ein tann fragasta sambandsrøða, eg havi hoyrt leingi. Innan úr Eysturoynni meira á sjálvstýrisbógvin og av Signabø ein meira hóvlig tjóðveldisrøða o.s.v.
Ei undir í at Føroya Løgmaður sum formaður Javnaðarfloksins tyktist sera ullintur í sínum útsøgnum til tíðir, maðurin veit ikki hvat hann skal siga, og mælir til breiðar semjur, praktmatiskar loysnirnar, og bla- bla- bla.
Hvat skal hann annað, tá flokkurin spennur so víða, líka frá ytst á sambandsvonginum og langt út á loysingarvongin.
Løgmaður tosar ofta um polariseringina í føroyskum politikki millum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin, hesa polarisering hevur hann jú beint inni í sínum egna flokki. Tosaði nakar um at blása og hava mjøl í munninum!!
Er hetta ikki at halda sínar veljarar fyri tað turra spott??
Eg haldi Javnaðarflokkurin skyldar veljarum sínum, hvat hann veruliga vil, og ikki alt hettar uttanumtosið.
Nei, tóna reint flagg sum flokkur, tað hava fólk krav uppá í dag.
Tjóðveldisflokkurin tónar reint flagg í hesum viðurskiftum.
Vel so tað munar- val góða røkt - vel Tjóðveldisflokkin - vel E.