Javnaðarflokkurin misskilt sjálvsavgerðarrættin

Hósdagin í undanfarnu viku, førdi Jóanes Eidesgaard fram í bløðunum, at danska stjórnin longu hevur viðurkent sjálvsavgerðarrætt føroyinga. Hetta er ein misskiljing. Danska stjórnin hevur gjørt púra greitt, at hon ikki viðurkennir føroyingar sum tjóð við tjóðarrættindum - eitt nú sjálvsavgerðarrætti.



 

Hvat er sagt ?

Danska stjórnin hevur - fer aftaná fer - sagt, at tað er føroyska fólkið, ið avgerð framtíð Føroya. Hetta kunnu vit verða samd um, men samstundis sigur stjórnin, at danska fólkatingið skal viðurkenna eitt úrslit av eini føroyskari fólkaatkvøðu. Hervið er sjálvsavgerðarrættur føroyinga fokin - tí uttan mun til hvørja støðu stjórnin tekur, so hevur hon seinasta og avgerandi orðið.

Hetta er ein av orsøkunum til, at tað hevur avgerandi týdningi, at sjálvsavgerðarrættur føroyinga verður viðurkendur av dønum. So leingi hetta ikki er støðan kunnu føroyingar ikki einsíðis taka avgerð um at skipa Føroyar sum tjóðveldi og heldur ikki fáa javnbjóðis samráðingar.

Føroyingar kunnu sjálvsagt velja at síggja burtur frá donsku stjórnini og føra úrslitið av eini fólkaatkvøðu út í lívið uttan mun til, hvat danska stjónin sigur - men tað er ivasamt, um úrslitið av eini fólkaatkvøðu verður viðurkent á altjóða leikpallinum um ríkisstjórnin ikki viðurkennur hetta.


Hvat varð sagt í 1946 ?

Undan fólkaatkvøðuni í 1946 gjørdi danska stjórnin - eins og nú - føroyingum greitt, at hon vildi viðurkenna úrslitið av fólkaatkvøðuni. Men tá ið úrslitið av fólkaatkvøðuni varð ein meirluti fyri føroyskum fullveldi, vildi danska stjórnin - sum kunnugt - ikki viðurkenna úrslitið hóast alt. Tað var við eitt ikki nógmikið, at ein lítil meirluti tók undir við føroyskum sjálvstýri og fólksins avgerð varð tískil skúgvað til viks.

Hví skulu vit vænta, at tað verður øðrvísi hesuferð?


Hvat verður sagt í dag ?

So seint sum í ár - við orðaskiftið í fólkatinginum um føroysk viðurskifti - segði Peter Duetoft, fólkatingslimur og formaður í Færø-gruppen, at um fólkaatkvøða verður í Føroyum um ríkisrættarligu støðu Føroya, so ynskti hann, at ein stórur meirluti tók undir við, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugar, um avgerðin veruliga skuldi kunna viðurkennast.

Hvussu stórur meirluti ? Skal minnilutin avgera framtíðina hjá meirlutanum? Skal danska stjórnin avgera hvussu stórur meirlutin skal verða ? Nógvir spurningar stinga seg upp.

Hartil kemur, at umboð fyri donsku stjórnina hava - undir samráðingunum sligið fast - at í Danmark, Føroyum og Grønlandi er bert ein tjóð og tað er tann danska tjóðin.

So leingi danska stjórnin hevur hesi sjónarmið kunnu føroyingar ongantíð fáa javnbjóðis og virðiligar samráðingar við donsku stjórnina.

Sjálv meti eg, at tað er ræðandi at hoyra, fólkatingslimir og ministarar koma við tílíkum staðfestingum - sjálvt í ár 2001. Men hetta er tíverri veruleikin.


Altjóða rættur og rættindi

Um hugt verður at altjóða rætti - eisini nevndur fólkarættur - er greitt, at allar tjóðir hava sjálvsavgerðarrætt tvs. m.a. rætt til sjálvar at avgerða stjórnarrættarligu støðu teirra. Somuleiðis staðfestir altjóða rættur, at til tess at verða viðurkent sum tjóð, skal eitt fólk uppfylla hesi krøv:

? Støðugt fólk

? Avmarkað landaøki

? Ríkisstjórn

? Evni til at samskifta við onnur ríki

Ikki skuldi verið neyðugt at nevnt, at Føroyar lúka øll hesi krøv, og tískil eru Føroyar ein tjóð við sjálvsøgdum tjóðarrættindum - eisini sjálvsavgerðarrætti.


Trupulleikin: Ongin viðurkenning

Ein viðurkenning av sjálvsavgerðarrætti føroyinga er soleiðis ein viðurkenning av, at føroyingar einsíðis kunnu taka avgerð um stjórnarrættarligu støðu Føroya og somuleiðis, at føroyingar eru tjóð við tjóðarmáli, ognarrætti, rætti til javnbjóðis og virðiligar samráðingar o.s.fr..

Henda sjálvsavgerðarrætt v.m. hevur danska stjórnin ikki viðurkent - hóast hesi rættindi føroyinga eru staðfest í altjóða rætti - og tað er júst hetta, ið er trupulleikin.