Javnaðarflokkurin minnist Tórálv við virðing

Leygarmorgunin frættust boðini um, at Tórálvur Mohr Olsen brádliga var deyður áttati ára gamal.

Tórálvur umboðaði Javnaðarflokkin á løgtingi í samfull 16 ár. Fyrst í tíðarskeiðnum 1970 til 1978 og síðani frá 1980 til 1988. Øll árini var hann valdur í Sandoyar valdømi.


Tað var púra náttúrligt, at Tórálvur gjørdist tingmaður. Tí hann var virkin hugsjónarmaður burturav. Tað var hann eisini heilt til hann nú brádliga andaðist. Tórálvur hevði røtur úr verkamannaheimi og kendi sjálvur nógv til verkamannalívið, millum annað frá sínum egnu upplivingum, tá hann róði út úr Føroyingahavnini í Grønlandi. Tingmenn úr Javnaðarflokkinum minnast hansara stóra áhuga fyri viðurskiftunum hjá útróðrarmonnum og fiskimonnum annars, sum hann væl og virðiliga umboðaði við sínum stavi í fiskivinnunevnd løgtingsins øll árini, ið hann var tingmaður.


Vit yngru í Javnaðarflokkinum minnast best Tórálv fyri hansara fangandi og hugsjónarfyltu frásagnir, tá hann soleiðis av og á plagar at støkka inn á gólvið á Gamla Apoteki at kjakast við okkum um dagsins samfelagsviðurskifti. Serliga fangandi var tað at leggja til merkis, hvussu væl Tórálvur mintist niður í minstu smálutir, nær, hvussu og hví tær einstaku politisku avgerðirnar vóru tiknar langt aftur í tíðina.


Tórálvur Mohr Olsen var úr Trongisvági. Hann var føddur á Tvøroyri 2. juni 1927, men giftist seinni í Sandoynna við Svavu, sum var dóttir navnframa sandoyartingmannin, Jóan Petur Davidsen. Svava og Tórálvur fingu saman tríggjar synir.


Umframt at vera tingmaður, var Tórálvur bygdaráðslimur á Sandi frá 1970 til 1980. Hann var í umboðsráðnum hjá SEV frá 1970 til 1974. Í stýrinum fyri SEV frá 1974 til 1982. Í nevndini fyri Skipafelagið frá 1980 til 1998. Í nevndini fyri Tryggingarsambandið frá 1980 til 1998 og í umboðsráðnum fyri Tryggingina frá 1998 til 2002. Tórálvur var annars útbúgvin skipari.


Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur og minnast Tórálv Mohr Olsen við størstu virðing og hava djúpa samkenslu við teimum, ið eftir sita.



John Johannessen,

Form. Javnaðarfl. á tingi.