Millum tey mongu tiltøkini, sum skulu húsast á Skótadeplinum á Selatrað, eru barnatiltøk og politisk orðaskifti. Tað er floksleiðslan í Javnarflokkinum, sum leggur út við einum fundi, og síðani verður lagt upp til kjak.
Javnaðarmenn eru væl fyrireikaðir til stevnuna, tí hetta summarið hava nakrir arbeiðsbólkir útarbeitt fýra politisk tilmæli, sum skulu stimbra kjak innanfyri flokkin. Hesir arbeiðsbólkar hava viðgjørt evni sum fiskivinnnupolitikk, almenna fyrisiting, sjálvstýrispolitikk, og fíggjarlógararbeiði.
Hans Pauli Strøm sigur við Sosialin, at Javnaðarflokkurin vil hava ein meira markantan og týðuligan boðskap fram. Hann leggur aftrat, at Javnaðarflokkurin eftirlýsir einum breiðari samstarvi í sambandi við fíggjarlógina. ? Sum nú er, er tað alt ov lítið samarbeiðið um fíggjarlógina, sigur Hans Pauli.
Ikki bert politikkur
Men tað er ikki bert politikkur, ið er á skránni um vikuskiftið, tí børnini fáa eisini høvi at luttaka í ymsum barnatiltøkum. Tað verður t.d. skipað fyri gongutúrum, har fólk kunnu taka sær av løttum í vøkru náttúruni á Selatrað. Tað verður farið ein túr í viðalundina og kanska ein túr niðan við ánni, sum liggur uppi í dalinum omanfyri bygdina.
Tiltøk, ið bera dám av mentan verða eisini á Selatrað um vikuskiftið, har ritgerð um lossingarmenn verður løgd fram. Tað er Erland V. Joensen, sum hevur skrivað ritgerðina. Og leikbókurin Gríma fer at framføra á stevnuni, har tey fara at viðgera ymisk evni úr søgunum úr Krabbaurð.
Fyriskipararnir av javnaðarstevnuni leggja dent á, at tiltakið er fyri øll. Javnaðarstevnan byrjar fríggjadagin klokkan 20:00 við sangi og báli, og øll floksleiðslan verður til staðar.