Ríkisrættarliga støðan
Longu í valstríðnum í fjørvár var greitt, at ríkisrættarliga støða okkara fór at verða høvuðsevnið fyri komandi valskeiði. Hetta fyrst og fremst sum ein beinleiðis avleiðing av støðuni aftan á búskaparkreppuna og bankamálið.
Í valstríðnum førdu vit fram okkara uppskot um eina sjálvstýrislóg, sum eina skipan innan fyri ríkisfelagsskapin fór at geva okkum allar møguleikar til at menna okkara sjálvbjargni. Atfinningarnar frá øðrum flokkum, fjølmiðlum og fólki var, at vit vóru so lítið ítøkiligir. Vanligt var at hoyra, at eingin visti, hvat javnaðarflokkurin veruliga meinti.
Tískil fóru vit undir at fáa tankar okkara á prent og síðan at fáa teir út til fólk. Í januar í ár kom so faldarin ?Hetta vil Javnaðarflokkurin á sjálvstýrisleið.? Móttøkan var góð, og vit vóru kanppliga munandi meira áhugaverdir í almenna kjakinum. Tingbólkurin fór síðan undir eina fundarrøð, har ferðast var runt um landið fyri at greiða frá, hvat lá í hesum politikki.
Tá vit nú meira enn einaferð hava roynt at fingið samtykt at seta eina stjórnarskipanarnevnd, so er tað tí, at flokkurin hevur verið og framvegis er sannførdur um, at tá slík stórmál skulu loysast, so er tað alneyðugt við breiðum politiskum semjum. Men tiverri hevur hetta ikki eydnast enn at fáa m.a. samgonguna sannførda um tað sama.
Roynt var í fjørheyst í samband við uppskotið hjá landsstýrinum, men tað miseydnaðist, tí samgongan ikki var sinnað til semju við okkum. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum kallaði okkum til fundar fyri at tosa um møguleikarnir fyri einari semju, men hevur hetta mest verið fyri at hava okkurt slag av alibi mótvegis fjølmiðlum og øðrum, tí frá hansara síðu var tað týðiligt, at ein semja var tað sama sum, at vit aðrir sleptu okkara og fóru við upp í teirra kór.
Nú letur til, at løgmaður hevur fingið eyguni upp fyri, at neyðugt er at fáa breiðu semju, so spennandi verður at síggja, um mørk verða flutt. Men givið er, at fortreytin fyri øllum semjum er fyri tað fyrsta ein ávísur áhugi fyri semjuni og síðan ein vilji til at flyta seg móti hvørjum øðrum. Tú fært nakað við at geva nakað. Higartil hevur so semjan fyri teirra viðkomandi ligið í tí, at vit aðrir einsamallir skulu flyta okkum, meðan teir halda fast við sítt.
Hvat er tað so, sum javnaðarflokkurin vil hava av broytingum? Jú vit siga m.a.
?at øll samfelagslig menning eisini á tí ríkisrættarliga økinum hevur til endamáls at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felgs áhugamálum og vælferð er í hásæti.
?at sjálvstýrislógin skal staðfesta ein samstarvssáttmála millum Føroyar og Danmark sum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.
?at sáttmálin skal áseta, at Føroya Løgting sum umboð fyri Føroya fólk er hægsti myndugleiki í Føroyum.
?at ongar formliga avmarkingar eru fyri, hvørji mál kunnu verða yvirtikin, t.v.s. at øll mál koma undir føroyskt ræði, tá Føroya Løgting ger tað av.
?at gjørdar verða greiðar reglur um føroyskan heimarætt.
?at ein rættarkommisión verður sett til tess at fyrireika yvirtøkuna av rættarskipanini.
?at ríkisstuðulin verður minkaður við einum parti av tí, sum ein staðfestur vøkstur av okkara tjóðarframleiðslu hevur.
Sjálvstýri eftir hesum leisti hevur sostatt ongar avmarkingar, tí við sáttmálanum kunnu vit økja sjálvstýri frá partvísum til fult sjálvstýri, so hvørt sum vit skapa fíggjarligar og fyrisitingarligar fyritreytir.
Í hvønn mun hetta uppskot okkara verður politiskt aktuelt, vil bert tíðin vísa, men vit liva so enn í tí trúgv, at her liggja so nógvir góðir tankar, at hetta er ov gott at lara fara. Hetta er Føroya fólk vitandi um, og hetta eru hinir flokkarnir vitandi um.
Vit hava síðan lagt nógva orku í, at fáa okkara uppskot eftirkannað av fólki við rætta fakliga førleikanum. Hetta hevur bert styrkt okkum í trúnni um, at hetta er ein gongd leið.
Síðan er tað hent, at sambandsflokkurin rættiliga hevur gjørt eitt skarvslop við teirra fráboðan her fyri stuttum, har teir veruliga hava flutt seg frá gomlu kendu sambandsstøðuni einki at vilja gera.
Ein fylgja av, at uppskot landsstýrisins um at fyrireika fullveldið, var at farið varð undir at gera eina sokallaða hvítbók, sum kom út seinasta mánaðaskifti. Somuleiðis varð samtykt, at setast skuldi ein grundlógarnevnd við umboðum frá øllum flokkum og við fakfólki til tess at fyrireika eina føroyska grundlóg og eina føroyska rættarskipan til at verða liðugt til næsta summar. Ikki hissini arbeiðssetningur til so stutt skotbrá, men alt fullveldismálið hevur fingið so ótrúligan skund nú. Grundlógin er ein beinleiðis fylgja av, at løgtingið og Føroya fólk taka undir við fullveldinum, og tað er, sum tíðin líður, vorðið alt meira ivasamt.
Uttanlandsnevndin
Landsstýrið, sum tók við eftir valið í apríl mánaði, legði til brots við fullveldisætlan síni, tá teir 18. august løgdu uppskot til samtyktar fram um ríkisrættarligu støðu Føroya. Javnaðarflokkurin svaraði aftur við at leggja gamla kenningin um stjórnarskipanarnevnd fram, og varð hetta gjørt 28. august. Uppskotið hjá landsstýrinum fór í uttanlandsnevndina, meðan okkara fór í rættarnevndina, tó uttan at formanskapur løgtingsins hevði nakra ávísa grundgeving fyri, hví hesi bæði mál ikki fóru í eina og somuu nevnd.
Undir viðgerðini av hesum máli í uttanlandsnevndini, har andstøðan átti meirilutan, hendi so tað, at umboð miðfloksins knappliga fór í part við samgonguminnilutanum, sum harvið gjørdist meiriluti. Grundgevingin skuldi m.a. eitast, at vit høvdu lagt uppskotið um stjórnmálanevndina fram og høvdu harvið órógvað fullveldistilgongdina. Nýggjur formaður var valdur, og í málinum um ríkisrættarligu støðuna komu sambandsumboðini og javnaðarumboðið við einum minnilutaáliti, sum greitt vísti hetta málið frá sær og heitti á løgtingið um at taka undir við uppskotinum um setan av einari stjórnarskipanarnevnd.
Tó vórðu royndir gjørdar at fáa orðingina um fullveldi burtur, soleiðis at landsstyrið fór undir fyrireikingar til broytingar, men at úrslitið síðan skuldi leggjast fyri løgtingið til støðutakan Men hetta eydnaðist ikki. Samgongan saman við miðflokkinum høvdu sett kósina móti at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi, men tó við tí vælvild mótvegis løgtinginum, at haldast skuldi eitt aðalorðaskifti, sum ikki endar við nakrari støðutakan.
Annars var høvuðsmálið hjá uttanlandsnevndini í farnu tingsetu marknaástingin við Bretland. Javnaðarflokkurin stuðlaði her landsstýrinum allan vegin til ta endaligu avgerðina, sum førdi til at sáttmálin um markið varð undirskrivaður.
Hvítabók
Til tess at geva tingbólkinum neyðugu tíðina til at lesa og kjakast um Hvítubók, bókina um Búskapin, bókina um Fyrisitingina og øll viðløgdu skjølini tóku vit ta avgerð saman við sambandsflokkinum ikki at gera viðmerkingar til innihaldið, fyrr enn vit vóru til reiðar. Eisini hevur flokkurin biðið sakkøn fólk um at lesa tilfarið ígjøgnum og gera viðmerkingar til flokkin. Hetta hava verið løgfrøðingar, búskaparfrøðingar og samfelagsáhugaði.
Sostatt er hetta fyrsta høvið hjá javnaðarflokkinum til at gera viðmerkingar. Eg vil tí koma við nøkrum høvuðsviðmerkingum, tí tað verður ov drúgvt at taka alt upp.
Landsstýrið hevur sett øll hesi fólkini, sum hava skrivað tilfarið, og landsstýrið hevur fyriskrivað teimum tað, sum tey skulu skriva um. Arbeiðssetningurin er klárt politiskur, og síggja vit tað best longu á permuni, sum mest av øllum minnir um eitt søluframtak fyri føroyskum fullveldi. Um eitt javnaðarlandsstýri setti ein bólk at skriva um demokratiska sosialismu, ella eitt borgarligt landsstýri ein annan bólk um liberalan politikk, so ivist eg ikki í, at við snildari formulering av arbeiðssetningi hevði ein fingið tað, ein ynskti.
Um vit taka Hvítubók sum eina heild, so er áhugaverdur lesnaður at finna, treyðugt so. Bókin er býtt upp í 10 partar, og nógvir áhugaverdir partar eru um t.d. hugtakið fullveldi, smátjóðir, um íslendsku fullveldistilgongdina, søguligi parturin um Føroyar og ikki at gloyma altjóðarættin. Men tað er rættiliga ivasamt, hvussu relevant hetta er fyri tað kjak, sum vit skulu hava, og fyrst og fremst, hvussu relevant hetta er fyri støðutakanina hjá tí einstaka føroyinginum. Hvat skal hann byggja sína avgerð á?
Stóra fyrimyndin fyri loysingarfólk hevur altíð verið Ísland. Og nógv verður gjørt burturúr teirra loysingartilgongd, men ikki verður gjørt so nógv burturúr at lýsa teir ómetaligu stóru munirnir, sum vóru í Íslandi anno 1918 og í Føroyum anno 1999. Kønur søgumaður greiddi frá í eini løgtingsnevnd, at danski leikluturin í Føroyum hevur altíð verið munandi sterkari enn í Íslandi.Her er eisini vert at minna á áhugaverda grein í FF-blaðnum, har fíggjarliga bindingin millum Ísland og Danmark og millum Føroyar og Danmark verður samanborin. Men fyrst og fremst var íslendska loysingartilgongdin ein fólkarørsla, har stórt sæð alt fólkið stóð aftanfyri. Og tað er tað so sanniliga ikki.
Føroyskur politikkur má fyrst og fremst hava støði í føroyska veruleikanum, samfelagsliga og mentunnarliga, eins og í tí politiska veruleikanum. Føroyskir politikkarar skulu loysa eina føroyska uppgávu. Hjá íslendingum var tað í virðing fyri fólksins vilja og fyri fólkaræðinum, meðan vit í Føroyum síggja beint tað mótsatta.
Í júst hesum sambandi kundi eg hugsa mær at tikið í hesa propagandaherferðina, sum landsstýrið við almennum pengum ferðast landið runt við. Hetta er fyrstu ferð í okkara politisku søgu, at landsstýrið fíggjar og vælsignar einari politiska propagandu hjá sær sjálvum. Var tað ein saklig kunning, so kundi embætisfólkið farið runt landið, men her er talan um reindyrkaða politiska indoktrinering. Var styril í politiska vonginum í landsstýrinum, so kundu teir bjóða andstøðuni eins góðar treytir fyri kunning av Hvítubók, soleiðis sum vit lesa og skilja hana. Tað hevur man mangan gjørt í Danmark í samband við ES-mál. Kann tað hugsast, at landsstýrið seinni eisini fer land og ríkið runt fyri at kunna um ætlanina um eina fólkatrygging, áðrenn málið verur lagt fyri tingið.
Í partinum ?Millum heimastýri og fullveldi? verður sagt, at tað, ið hevur sett fullveldisverkætlanina í gongd er eitt ynski um grundleggjandi broytingar í stjórnarstøðu Føroya. Víst verður á trý viðurskiftu:
1.Tað er tørvur á at fáa sligið fast, at heimildirnar hjá teimum føroysku myndugleikuinum ikki stava frá umboði (delegatión), sum donsku myndugleikarnir hava givið, og sum kann takast aftur uttan føroyskt samtykki.
2.Tað er tørvur á at fáa staðferst, at løgtingslógir eru á sama rættarstigi sum fólkatingslógir og ikki kunnu verða trokaðar til viks av fólkatingslógum.
3.Tað er tørvur á, at Føroyar kunnu fáa víðari heimildir at samráðast og gera sáttmálar við onnur ríki enn tær núverandi, sum í grundregluni verða givnar eftir umbøn í hvørjum føri.
Fyrst er at siga, at Føroya Javnaðarflokkur er samdur í, at hesar her nevndu tríggjar fortreytir taka vit fult og heilt undir við, sum eisni okkara uppskot til eina sjálvstýrislóg týðiliga vísir. Men samstundir eru vit eisini púra sannførdir úm, at allar hesar tríggjar fortreytirnar kunnu røkkast uttan fullveldi. Tí eigur Hvítabók heldur at finna aðra grundgeving fyri fullveldisverkætlanini enn hesa. Javnaðarflokkurin hevur eftirkannað møguleikarnir fyri øllum trimum forteytunum, nevndar eru. Úrslitið er, hóast hesar kanningar ikki eru endaliga lidnar, at :
1.Løgtingið kann fáa suveranar heimildir sum lóggevandi ting í øllum yvirtiknum málum, og at henda heimild ikki kann takast aftur.
2.Løgtingslógir verða suverenar og kunnu ikki víkja fyri øðrum lógum á yvirtiknum málsøkjum.
3.Føroyskir myndugleikar kunnu fáa munandi rúmari ræsir til at gera sáttmálar við onnur lond, sum bert vit hava ábyrgdina av.
Tá tað snýr seg um at geva til kennar, hvat Hvítabók heldur um aðrar møguleikar enn fullveldi, so má sigast, at soðið er rættiliga tunt. Men hin vegin verða vit partvís noydd at skilja embætisfólkini, tí tey hava fingið eina bundna uppgávu, og tað er sum best at siga søguna um fullveldið. Men har frá til bert at gera fullveldi til æviga sannleikan er langt lop eisini burtúr tí fakliga umhvørvinum, teir annars átti at verið kjølfestir í.
T.d. verður sagt: ?Tá ið havt verður í huga, at manngongdirnar fyri grundlógarbroyting setur so stór krøv, at danir ikki tykjast sinnaðir at gera broytingar, ið annars verða mettar ynskjandi av innlendis donskum ávum, tykist møguleikin at víðka heimastýrið við grundlógarbroyting veruleikafjarur, og verður tí ikki gjørt meira burtur úr honum,.? Hetta vóru orðini, hóast landsstýrismaðurin ferð eftir ferð hevur sagt, at allir møguelikar skulu kannast. So er bert eftir at spyrja, hvar kanningin er? Henda dagin bar útvarpið tey tíðindi av Christiansborg, at danskir politkkarar søgdu, at um ein grundlógarbroyting var ein treyt, so mátti man gera seg til at fremja broytingina. Hvat sigur Hvítabók, tá danskir politikkarar geva slík sjónarmið til kennar? Grundlógarbroytingin verður nú í seinasta enda ein politiskur spurningur, og heilt at siga, at hon ongantíð aftur verður broytt, er at fara upp á akkord við fakligar førleikar. Tá hevði verið erligari at sagt, at hetta gera vit ikki meira við, tí vit eru bidnir um at gera nakað heilt annað, nevnilga rudda slóð fyri fullveldinum.
Partur av okkara kanningum hava víst, at til ber at gera sáttmála millum landsstýrið og donsku stjórnina, samtykkja hann á løgtingi og á fólkatingi og fráboða hann í røttu altjóðafelagsskapum, og tá vilja løgtingsins suverenu heimildir, suverena støðan hjá løgtingslógum og heimildin til munandi meiri møguleikar í altjóðasamfelagum hava eins gott støði og statsligan rætt, sum um tað stóð í grundlógini. Hesin møguleiki fær als onga umrøðu í Hvítubók.
Sagt skal vera, at parturin, sum snýr seg um frælsar felagsskapir er áhugaverdur. Vónadi fer kjakið komandi dagarnar at geva fleiri ábendingar um, hvørjir møguleikar liggja her.
Áhugaverdi parturin um smátjóðir, sum hava fingið fullveldi, hevur sjálvandi tað endamál at vísa okkum á, at tá tey klára tað, ja, hví skulu vit so ikki eisini. Men lítið og einki verður sagt um, hvussu hesi fullveldi annars eru, t.d. hvussu tey vildi ligið í mun til norðurlendsku vælferðaskipanina. Einki verður heldur sagt um, hvør støða var galdandi áðrenn fullveldi, Enn minni verður víst til, og tað er í veruleikanum rættiliga undrunnarvert, til ta ráðstevnu, sum var í Føroyum um smátjóðir.
Á rástevnuni varð m.a. lagdur fram ein samandráttur av kanniing hjá Armstrong og Read: ?Comparing the Economic Performance of Dependant Territories & Sovereign States.? Hvussu gongst tað smátjóðum (fullveldum) búskaparliga í mun til hjá atlondum og økjum við heimastýri ella rættuliga víðfevndum sjálvræði? Ein sera áhugaverd kanning, sum í høpinum hjá Hvítubók verður tagd burtur sum mansmorð. Armstrong og Read nýta BTÚ pr. capita sum mát fyri búskaprligu avrikini. Teir hava flokkað tey eftir skipan hjá Heimsbankanum, har nýttir verða fýra bólkar:
1.Láginntøka undir 725 USD
2.Niðara miðalinntøka 725 - 2.895 USD
3.Ovara miðalinntøka 2.895 - 8.955 USD
4.Háinntøka meria enn 8.995 USD
Kanningin vísir, at samanberingar av BTÚ pr. capita um miðjan 1990-árini, at í miðal eru atlondini munandi betri fyri búskaprliga enn smátjóðirnar. Bert 19% av smátjóðunum røkka háinntøkubólkinum, meðan heili 48% av atlondunum gera tað. Hin vegin eru 19% av smátjóðunum at finna í láginntøkubólkinum og onki av atlondunum. Sum heild ella í miðal eru atlondini munandi betri fyri, tá mett verður út frá bruttotjóðarúrtøku upp á fólkið.
Annars er lítið ivi um, at búskaparligi parturin er tann mest áhugaverdi í Hvítubók, og serliga, tá lisin verður sjálv bókin um búskap. Tað er valla heldur nakar ivi um, at júst hesin parturin er tann, sum fólk flest hava størsta áhuga í. Hvussu fara hesar fullveldisætlanir at ávirka mítt lív, hvussu fer alt hetta, at ávirka mítt húski? Hetta er sjalvsagdir spurningar, sum krevja svar. Men svar fáa tey ikki úr Hvítubók.
Longu í byrjanini av bókini um búskapin viðgongur búskaparbólkurin, at teir hava gjørt nakrar avmarkingar í arbeiðssetninginum. Hví? Kann tað hugsast, at tíðin, teir fingu , var ov stutt? Ja, tað er væl mest sannlíka svarið, tí gera teir avmarkingarnar. Men hví hevur landsstýrið so ikki givið teimum ta neyðugu tíðina í staðin fyri at minka um arbeiðssetningin? Lítið ivi er um, at rættast hevði verið at havt ein tjóðarroknskap sum grundarlag, men tað hava teir ikki, tí hann er ikki liðugur enn. Og so hoyra vit nú, at nú koma partar av kanningunum sendandi aftaná. Hvat er tað sum hevur sovorðnan skund, at alt meira ella minni sleppur at standa í hálvum gekki?
Fyrsta avmarkingin og avgjørt veikasta punktið í allarai búskaparfrágreiðingini er, at teir hava ikki kannað, hvørjar avleiðingar ein minkandi ríkisstuðul fær fyri einstaka húskið ella virkið. Samstundis hava vit hoyrt landsstýrismannin óteljandi ferðir sagt, at hetta tilfarið skal skapa grundarlagið fyri, at einstaki føroyingurin skal kunna taka støðu. Men hvat skal hann taka støðu út frá. Skal hann brúka økonomiskar frymlar, framrokningar av gjaldsjavna ella lærubókateoriir, tá hann skal taka hesa stóru avgerð. Í øllum førum fær hann einki at vita um, hvørja ávirkan fullveldisprojektið fær fyri hann og hansara húski. Og tá vil eg siga, at vit aftur eru við gomlu myndina, sum onkur skýrir ræðumynd, at hetta er sum at leypa av 5 metur vippuni uttan at vita, um vatn er í hylinum ella ikki. Hvat hugsa menn fyri sær? Hvussu skal føroyingurin taka støðu, tá hann ikki kennir avleiðingarnar?
Ætla teir at vinna fullveldið við at seta økonomisk modell upp við vøkrum litum í Power Point?
Fortreytiranr fyri búskaparliga metingarnar eru:
?eina skiftistíð upp á 15 til 20 ár.
?ein búskparligur vøkstur uppá 2% pr. ár.
?og eitt rentustøði upp á 5%.
Taka vit skiftistíðina, so er tað greitt ein samráðingarspurningur, men fyribils útmeldingar frá donskum politikkarum siga yvir ein kamb, at skiftistíðin verður í hvørfall ikki 15 til 20 ár, um vit velja fullveldi, men munandi styttri. Verður skiftistíðin styttri enn 15 ár, so fer tað at merkja stórar skerjingar hjá tí almenna, lítlan og ongan eftirspurning, sum fara at merkja arbeiðsloysi og fráflyting, kanska størri enn hana vit sóu fyrst 90´unum. Tá skramblar ikki bara roknistykkið saman, men so sanniliga eisini okkara møguleikar fyri einum fríum og frælsum lívi.
Taka vit búskaparliga vøksturin, so eru tað fleiri og fleiri búskaparfrøðingar, sum halda tey 2% í vøkstri, er ov høgt sett. Taka vit eitt miðaltal fyri Norðurlond, so liggur hetta niðri á 1,83%. Tá teir brúka eitt miðaltal aftur til 60´árini, so vóru heilt serligar umstøður til, at vøksturin var stórur tey árini, og tær umstøðurnar koma ikki aftur.
Og hin vegin so kunnu vit ikki taka tann veruleika burtur, at vit hava eina fiskivinnu sum høvuðsvinnu. Øll vita vit, at árini eru skiftandi bæði til fiskanøgd og fiskaprís. Hvítabók tekur fyri givið, at vit frá nú av bert fara at hava yvirskot á fíggjarlógini. Men her má minni vera stokkut, tí taka vit árini 1989 og 90 so høvdu vit hesi bæði árini eina milliard í halli á figgjarlógunum. Og hvør minnist ikki støðuna í 1992 og 93 við fiskaloysi og botnprísum. Sjálvandi skulu vit ikki ynskja hesa tíð aftur, men tað er ein veruleiki, at hesi viðurskiftu stýra vit ikki sjálvir.
Triðja fortreytin við rentustøðinum, ja, har er stutt at siga, at tað er eingin, sum í dag dugur at siga, hvussu rentustøðið sær út um 5 ella 10 ár. Tað kann verða lægri, men eisini hægri.
Eitt annað, sum ein býtur merkið í, tá ein lesur búskaparpartin er, at tað eru ongar sokallaðar sensitivanalysur gjørdar. Hvat hendur, um viðurskiftu, vit ikki sjálvur stýra broytast? Fiskaprísur, fiskanøgd og rentustøði?
Landsstýrismaðurin sigur í blaðgrein í vikuni, at útrokningarnar eru sokallaðar worst-case. Ì ringasta føri. Men tað eru nógvar røddir frammi nú, og tað fara at koma enn fleiri, sum fasthalda, at talan er um best-case og enntá dream-case útrokningar. Men lat okkum halda okkum til teirra forteytir, tó soleiðis at vit seta skiftistíðina til 20 ár við einum vøkstri upp á 1,75% pr. ár. Úm vit taka tøku inntøkuna pr. íbúgva í Føroyum og í Danmark, so síggja vit, at Danmark liggur 12% frammanfyri. Keypiorkan í Danmark er 12% hægri enn okkara í dag. Aftaná 20 ár er støðan tann, at teirra keypiorka liggur heili 60% hægri enn okkara. Hetta vil viðføra ein fólkafráflyting av tí aðru verð. Roknistykkið er stórt sæð sambært Hvítubók. Vit hava bara sett vøksturin til eitt kvart prosent lægri. Teir hava bara ikki gjørt hesar útrokningar, so kann man undrast yvir hví?
Búskaparbólkurin sigur, at tá ein tíð er liðin aftan á eitt fall í búskapinum, so vil hetta føra við sær bøtt kappingarføri í útflutningsvinnuni og harvið vaksandi framleiðslu. Hetta er tað, sum kann kallast ein ?kunstig? devaluering. Ein devaluering verður gjarna brúkt til at styrkja um útflutningsvinuna. Lønarlagið lækkar, kappingarførið batnar, og tað sum mist verður, verður vunnið inn aftur við øktum eftirspurningi og harvið øktari framleiðslu. Men hvussu kunnu vit í Føroyum økja útflutingin, tá vit bert hava fiskivinnuna at halda okkum til? Tað verður ikki meira fiskur á grunninum, um vit fáa betri kappingarførið. Vit fáa ikki økt útflutingin, tí okkara rávøra er til eina og hvørja tíð avmarka av náttúruni.
Eisini hevur verið sagt, at tá fullveldið kemur, og ríkisstuðulin er burtur, tá vilja vit síggja kreativitetin í føroyska vinnulívinum. Einki er meira skeivt enn hetta. Kreativitetur og íløguhugur trívist best í einum vakstrarsamfelag, meðan vinnulívið í einum landi í kreppu, hvørki hevur hug til íløgur ella hugskot til framtøk. Hygg at Føroyum fyrst í 90´unum. Uppsparingin var her, men varð ikki rørd. Eingin tordi nakað - eingin vildi nakað - eingin trúði upp á nakað.
Hokus - pokus vit gera ein búskapargrunn, og so eru allir trupulleikar okkra loystir. Eg helli sanniliga tann vegin sum so nógv onnur, at høvdu vit bara havt ein slíkan. So vit kundu ávirka skiftunum í konjunkturunum. Men sig okkum so fyrst, hvussu vit fáa hesar 10 milliardirnar í grunnin? Landsbankastjórin var í útvarpinum og opinberaði fyri okkum henda grunnin, men tíverri setti útvarpsmaðurin ongantíð spurningin, alt Føroya fólk bíðaði eftir, nevniliga, hvar fáa vit pengarnar frá at seta í henda grunn? Jú, frá einum konstantum yvirskoti á fíggjarlógini og frá einum ríkisstuðuli úr Danmark. So einfalt er tað. Men er tað nú so einfalt. Hvør sigur, at vit fara at hava hatta yvirskotið til allar ævir, og hvør sigur, at vit fara at fáa stuðul úr Danmark í 20 ár. Og hvussu stóra uppsparing hava vit gjørt áður? Hvussu nógvar milliardir hava vit spart upp øll árini? Hvussu nógvar milliardir hevur sitandi samgonga sett í grunn? Hvussu nógv hevur sitandi samgonga, nú alt hevur flotið yvir í róma, minkað um ríkisstuðulin?
Annað er, at serliga loysingarmenn hava sæð blokkin sum tað stóra dýrið í opinberingini. Tað er næstan ikki mark fyri, hvussu óhepnar avleiðingar hann hevur fyri føroyskan búskap. Men hvat er munurin at fáa ein ríkisstuðul ella at fáa eitt avkast úr einum grunni. Í báðum førum er talan um eina veiting, har eingin framleiðsla liggur aftanfyri.
Kaga vit í tann partin, sum snýr seg um fyristingina, so er hesin partur rættiliga áhugaverdur. Vit fáa her eina uppseting av, hvussu ótrúliga stór ?berøringsflatan? er millum okkara umsiting og ta donsku. Hetta er viðurskiftu, sum vit í tí dagliga ikki hugsa so nógv um, men sum bara er har, og hon virkar. Hetta er serliga galdandi t.d. innan útbúgvingarøkið, heilsuøkið, almannaøkið, vinnuøkið, uttanríkismál. Men her er uppskitftin í allarflestu førum, at vit gera bara eina avtalu við Danmark, sum ger, at hesar skipanir halda áfram óbroyttar, bæði hvat fígging og umsiting viðvíkur. Men er tað nú so einfalt? Verður tað nú so lætt? Hvat nú, um danir siga, at taka tit fullveldið, so takið tað, sum tað er, alt samalt frá fyrsta degi? Hvat nú, um danir tulka fullveldið sum fullveldið, og ikki sum Hvítabók leggur upp til, at vit skul hava eitt ?smynkað? fullveldi. Eitt fullveldi, har aðrir gjalda. Flytur tú heimanífrá, so mást tú eisini klára teg sjálvan.
Tað er rættiliga týðiligt, at Hvítabók veruliga ætlar føroyingar at verða teir tungu dreingirnir, tá tað snýr seg um altjóðaumboðan. Man situr og hevur ein varhuga av, at nú skulu Føroyar til at seta dagsskránna í ST og øðrum felagsskapum. Vit skulu út og loysa trupulleikarnir, har teir nú einaferð stinga seg upp. Alt gott um slíkar ambitiónir, men stingið nú fingurin í jørðina. Og vit hava møguleikar, sum er, og hesir møguleikar kunnu útbyggjast í einum felagsskapi, sum verður hoyrdur.
Forsætismálaráðharrin var rættiliga bersøgin á seinastu vitjan síni í Føroyum. Á tinghúsloftinum segði hann m.a., at ríkisfelagsskapurin gevur báðum pørtum nakrar fyrimunir hvør hjá øðrum, sum vit ikki diskutera, men sum bara eru har. Hann nevndi her útbúgvingarøkið. Hetta eru fyrimunirnir í ríkisfelagsskapinum, hetta er styrkin í ríkisfelagsskapinum. Men broytast hesar fortreytir við t.d. einum fullveldi, so skulu vit knappliga til at samráðast um øll hesi viðurskiftuni. Fyrmunirnir eru tá ikki longur ein sjálvfylgja, men samráðast má um alt hetta m.a. kosntaðin. Kann tað sigast meira greitt?
Eg havi her roynt at gjørt nakar høvuðsviðmerkingar til nakað av tí, sum stendur í Hvítubók, men nógv er eftir enn, sum fer at verða tikið upp eisini við onnur høvi. Einki er at ivast í, at hesin landsfundurin fer at brúka høvuðsorkuna til júst hetta málið, men tað er eisini í lagi. Lat okkum taka kjakið, lat okkum fáa alt fram, soleiðis at vit aftan á merkja styrkina av, at vit kenna okkara mál og stevnu, tað tað snýr seg um eitt so týdningarmikið mál sum hetta.
Endi
Eitt tað vakrasta, kveikjandi og mennandi orðið, ið til er, er orðið frælsi. Frælsi letur upp fyri positivum og fløvandi kenslum. Og í grundsjónarmiðum javnaðarfloksins er frælsi eisini tann reyði tráðurin. Men frælsi, sum vit javnaðarfólk skilja tað, er ikki tað sama frælsi, sum aðrir skilja tað. Vit tosa um tað persónliga lívsfrælsi til eitt ríkt og frælst lív, har allir landsins borgarar skulu hava møguleikar fyri einum virknum lívi. Aðrir tosa um eitt politiskt frælsi, har vit á flaggdegnum kunnu erpa av okkum av, at vit nú eru Harrar í egnum húsi. Við allari virðing fyri hesum sjónarmiðum, so má hon haldast saman við okkara tulking av frælsinum, nevniliga tí persónliga frælsinum.
Tí er tað umráðandi, at vit í tí kjaki, sum nú byrjar, alla tíðina hava fólksins frælsi sum okkara mál og fara so langt ímóti tí politiska frælsinum, at hetta ikki kostar tað persónliga frælsið hjá tí fólki, sum her býr.
Vit offra ikki vælferðina á sjálvstýrisins altari.
At enda eitt ynski um góðan og mennandi landsfund.
17. septembur 1999
Jóannes Eidesgaard, floksformaður