Javnaðarflokkurin: Løn sambært føroyskum sáttmálum umborð á føroyskum fiskiskipum

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins
.....

Javnaðarflokkurin vil broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so kravið fyri at fáa føroyskt fiskiloyvi verður, at manningin verður lønt sambært føroyskum sáttmálum.

Endamálið við lógaruppskotinum er at tryggja, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar samsvarandi teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Seinastu árini hava fleiri og fleiri skip valt at mynstrað við bíligari útlendskari manning, sum ikki eru løntir eftir føroyskum sáttmálum. Sambært galdandi lóggávu ber hetta til, so leingi skipini halda seg uttanfyri 12 fjórðingar og ikki regluliga kemur í føroyska havn.

Tekin eru um, at hetta vindur uppá seg. Gongdin hevur skeiklandi avleiðingar fyri føroyska arbeiðsmarknaðin og verður einki gjørt beinanvegin, kunnu vit vænta, at frameftir verða færri og færri føroysk fiskiskip við føroyskari manning, løntir eftir føroyskum sáttmálum.

Hetta vil Javnaðarflokkurin broyta við at broyta treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi. Lógaruppskotið knýtur saman fiskiloyvið og føroyskar sáttmálar soleiðis, at frameftir verður tað ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar samsvarandi sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Sí lógaruppskotið her: www.logting.fo/casenormal/view.gebs