Javnaðarflokkurin handlar uppá symptomir

Í farnu viku, boðaði Javnaðarflokkurin frá, at teir ætla at geva flestu borgarum í Føroyum skattalætta.

Eg má siga, at tað gleðir meg at síggja ítøkilig uppskot um broytingar í skattaskipanini – men tá tað er sagt, so meti eg tað neyðugt at gera vart við, at kjarnan í trupulleikanum, sum okkara samfelag dregist við, ikki verður loystur. Javnaðarflokkurin handlar bert upp á symptomini av trupulleikanum.
At lova skattalætta við nøkrum flytingum, er ikki haldbart fyri føroyska samfelagið. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2011, sum Javnaðarflokkurin sjálvur hevur verið partur av, hevði eitt hall upp á 600 milliónir, og í komandi fíggjarætlan er enn ikki funnin loysn á, hvussu hetta skal fíggjast.
Herferðin hjá Javnaðarflokkinum gevur eina mynd av, at alt samfelagið fer at koyra betri, um bara vit gera eina skattaumskipan. Hetta er als ikki so! At flyta byrðarnar frá nøkrum herðum á aðrar herðar gevur tíverri ikki fleiri pengar í kassan. Ein tílíkur skattareformur gevur stórt sæð sama úrslit á fíggjarlógini. Føroyar fara enn at mangla 626 milliónir.
Skulu vit føroyingar framhaldandi njóta gott av vælferðartænastunum, vit hava í dag, so er avgerandi, at vit ikki handla upp á symptomini av trupulleikanum. Vit mugu finna inn til kjarnuna av trupulleikanum. Hetta er eins og í læknavísindini, ein høvuðpínutablett virkar møguliga eina løtu, men loysir tó ikki trupulleikan í longdini. Ein lækni má finna inn til kjarnuna í sjúkuviðgerðini og sjúklingurin má síðani hava rætta heiligvágin fyri at blíva frískur. Somuleiðis mugu vit taka fatur á kjarnuna í trupulleikanum, sum er at almennu útreiðslurnar er ov høgar, og inntøkugrundarlagið ov lágt.

Onnur skulu gjalda fyri okkara vælferð
Mítt uppskot er, at vit fá onnur at gjalda fyri okkara vælferð. Tú spyrt kanska hvussu tað skal gerast?
Jú, tíðin er nú komin til veruliga at satsa upp á ferðavinnuna. Við ferðavinnuni fáa vit økt inntøkurnar í føroyska samfelagnum uttan at økja stórvegis um útreiðslurnar. Hvussu vit satsa upp á ferðavinnuna reint praktiskt, kundi t. d. verið við at stuðla íløgum á ferðavinnuøkinum ella við at frátikið feløgum innan ferðavinnuni at gjalda partafelagsskatt komandi 10 árini. Hetta fer uttan iva at seta ferð á íløguhugin á ferðavinnuøkinum. Samstundis kann hetta tryggja, at ferðavinnan fær sett pening til síðis, og eftirfylgjandi endurnýggjað seg sjálva við íløgum og betri tilboðum.
Hendan skipan má tó ikki standa einsamøll, men tað er alneyðugt, at vit seta ferð á fleiri tiltøk innan ferðavinnuøkið.
Ein annar vinningur, við at satsa upp á ferðavinnuøkið, er, at allar Føroyar verða mentar. Fólkagrundarlagið veksur í tíðarskeiðum og fer at hava við sær, at grundarlagið fyri spennandi mentunartiltøkum, matstovum, hotellum o.a. verður sterkari.

Jógvan Skorheim
Valevni Sjálvstýrisfloksins til løgtingsvalið
og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu