Javnaðarflokkurin: Grønar og rættvísar Føroyar

Javnaðarflokkurin ynskir at arbeiða fyri einum rættvísum og grønum samfelagi. Hetta er høvuðsboðskapurin á landsfundi floksins, sum hevur verið í Havn um vikuskiftið.

Landsfundarsamtykt floksins er soljóðandi:

Javnaðarflokkurin setir sær sum mál, at øll hús og allir bygningar skulu hitast upp við grønari orku.

Vit hava skyldu til at lata samfelagið til komandi ættalið í minst líka góðum standi, sum vit fingu tað frá okkara forfedrum.

Tøkniliga menningin hevur við sær, at longu í dag loysir tað seg betri at hita hús og bygningar við grønari orku. Við dýra og alsamt hækkandi oljuprísinum, er vandi fyri at samfelagshjólini steðga upp.

Tí ynskir Javnaðarflokkurin í dag, á Landsfundinum 2013, at markera seg sum tann grøna flokkin í føroyskum politikki.

Á fiskivinnuøkinum er tað ikki besta hugskotið, ið vinnur, men sterkasta lobbyarbeiðið. Stríðið um toskin á Flemish Kap er tekin um eina sjúka skipan.

Javnaðarflokkurin vil hava eina fiskivinnunýskipan, sum gevur okkum eina dynamiska vinnu, so høvuðsvinnan veruliga verður lokomotivið í búskapinum. Tí ynskir flokkurin javnbjóðis rættindi og frælsi til allar føroyingar at reka fiskivinnu.

Náttúrutilfeingi er ogn Føroya fólks. Tí skulu inntøkurnar koma øllum føroyingum til góðar. Hetta skal tryggja okkum góðar vælferðarskipanir, hægri barnafrádrátt og lægri lønarskatt, fyrst og fremst hjá lágløntum.

Okkara dýrabarasta tilfeingi er fólkið. Tí áleggur landfundurin tingmanningini miðvíst at virka fyri, at heildarætlanin um fólkafráflyting og fólkavøkstur verður framd í verki.

Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við at leggja eldraøkið út til kommunurnar í verandi líki, tí endamálið eigur at vera eitt javnt og dygdargott tilboð til allar borgarar í landinum.

Javnaðarflokkurin vil, at Samhaldsfasti verður krumtappurin í framtíðar fólkapensjón. Tí mótmælir flokkurin, at samgongan ætlar at áleggja øllum løntakarum at rinda 15 prosent til egna pensjón, uttan at greiði er fingin á leiklutinum hjá Samhaldsfasta, útgjaldspartinum, mótrokning, pensjónsskatting og pensjónsaldrinum. Setir samgongan tvungna uppsparing í verk, so er Javnaðarflokkurin ikki longur ein partur av samstarvinum um pensjónsnýskipan.

Landsfundurin tekur undir við fráboðan formansins um, at flokkurin eigur ikki at samstarva við Fólkaflokkin, tí flokkarnir eru so grundleggjandi ósamdir um, hvør kósin skal vera fyri Føroya framtíð.

Tí, vit ynskja einar rúmligari Føroyar, einar javnari Føroyar og einar rættvísari Føroyar!